Víkingar í vesturlondum
Víkingar í Vesturlondum
Høvuðsfarleið norðmanna í vestri lá um oyggjarnar og suður í Írlandshav, og hvar teir komu, fóru teir skjótt at seta seg niður millum innføddu fólkasløgini. Í Hetlandi og Orknoyggjum búsettust norðmenn í so stórum tali, at bæði samfeløgini skjótt gjørdust norrøn burturav. Sama tykist vera hent í teimum norðaru Suðuroyggjum, men í sunnaru oyggjunum, á støðum fram við skotsku, ensku, walisisku og írsku strondini og á oynni Møn mitt í Írlandshavi, er keltiska mentanin ikki vorðin køvd av teirri norrønu. Ymsu fólkasløgini búðu her lið um lið. Dagligt samskifti hevur verið teirra millum, og hvør lærdi av øðrum. Írlandshav og økið har norðanfyri gjørdist tískil alla víkingaøldina og longur ein miðdepil fyri keltiskt-norrønt samskifti, hagani keltiska ávirkanin á norrønt mál og siðir spjaddist.
Norðmenn nevndu seg sjálvar eystmenn, tá teir vóru í Vesturlondum. Teir fyrstu niðursetumenninir um ár 800 vóru eystmenn, men tað vóru eftirkomarar teirra ikki – teir gjørdust sjálvir vestmenn. Meir enn fjórðingur nýtist ikki at vera runnin av 9. øld, fyrr enn roknast kann við, at fyrstu norrønu vestmenn vóru komnir til mans, og miðskeiðis í øldini kann longu annað ættarlið av norrønum vestmonnum vera tilkomið.
At teir vestmenn, sum búsettust í Føroyum, hava borið við sær keltisk orð og keltiskar siðir, er eyðsæð. Men tað keltiska árinið á føroyska mentan, sum so ofta hevur verið víst á, nýtist ikki vera komið við niðursetumonnum eina, men kann stava frá vanligum samskifti millum fólk í hesum ferðahugaða tíðarskeiði.
Norðbúgvar kring Írlandshav hava havt sínámillum samband, og á hvørjum ári komu og fóru hópin av skipum norðuryvir til Suðuroyggjar, Orknoyggjar og eystur til Noregs ella til Hetlands og longur norður í Atlantshav. Við samferðsluni spjaddist keltiska árinið all víkingaøldina ikki einans norður í Atlantshav, men eisini eystur til Noregs. T.d. hevur orðið dunna, sum er lænt úr keltiskum máli, ikki einans verið brúkt í Føroyum. Í stavanger finna vit dunna sum eyknevni um ár 1300. Tveir menn, helst feðgar, vórðu har nevndir ávíkavíst Einar dunna og Eirikur dunnuungi, og orðið er eisini at finna í vesturnorskum bygdamálum.
KOMMUNUSKRIVSTOVAN
Vestmanna kommuna
Bakkavegur 16
Postboks 91
FO-355 Vestmanna
Tel. +298 770 100
Fax +298 770 101
vestmanna(a)vestmanna.fo
Kommunuskrivstovan er opin:
mánadag-fríggjadag
kl. 9.00 - 15.00
Kontunummur
Eik Banki: 9181-123.097.4
Bank Nordik: 6460-110.628.9
Barnaansing: 6460-156.028.1
Staðið FM 101
Sunnukvøld frá kl. 21
Hóskvøld frá kl. 21 (endursendingar)
