RØKTARHEIMIÐ

Fylgið arbeiðinum

LEYS STØRV

-

Víkingaøld

Vestmenn og vestmenningar
Arni Thorsteinsson skrivaði

Millum tey fólk sum á sinni settust niður í óbygda oyggjalandinum Føroyum, vóru eisini vestmenn. Hetta kann beinleiðis verða lisið burtur úr navninum á teirri bygd, har tey settu seg niður, í Vestmannahavn. Annars er tað sjáldan, at til ber so neyvt at siga, hvørjir búreisingarnir vóru. Í Føroyum hava vit bert 2-3 onnur dømi. Men hvørjir vóru vestmenn? Ymisk svar eru til henda spurning, og fari eg her m.a. at bjóða mítt svar fram.