RØKTARHEIMIÐ

Fylgið arbeiðinum

LEYS STØRV

-

Vesturlond

Vesturlond
Útferðirnar úr Noregi gingu mest vesturyvir til Vesturlond, sum var felagsheiti norðmanna fyri øll lond í vestri. Flestu ferðirnar úr Noregi gingu til Bretlands og Írlands, og har hittu norðmenn ymisk fólkasløg, sum teir undir einum nevndi vestmenn.

Infødd í Vesturlondum
Í norðara parti av Skotlandi, hálendinum og oyggjunum fyri norðan og vestan, búðu pettar. Hvat mál teir talaðu, um teir hoyrdu til keltisku fólkasløgini ella ikki, er ikki greitt. Í ein útsynning úr Pettlandi, í teimum sunnaru Suðuroyggjunum og á meginlandinum har innanfyri, búðu skotar, sum einar 3 øldir frammanundan vóru komnir hagar úr Írlandi. Skotar talaðu keltiskt mál, sum sjálvandi var nær skilt við tað málið, sum írar - skotar - talaðu í Írlandi - Skottia.

Í støðum fram við vesturstrond Onglands og í Wales búðu bretar, sum eisini talaðu keltiskt mál. Ì Onglandi annars búðu Angulsaksar, eitt felagsheiti fyri teir anglar, saksar og jútar, sum einar 4 øldir framman undan vóru komnir úr Norðurtýsklandi og Suðurjútlandi, og høvdu tikið landið frá bretum.

Allir vestmenn vóru kristnir, tá norðmenn um endan av 8. øld komu at ferðast teirra millum.