Vestmenningar
Vestmenningar
Við avftofting av Sjóvargarði og bygging av nýbýlingum, fekk bygdin í miðøld tað skap, sum hon varðveitti heilt inn í 19. øld: Allir fyrndarbýlingarnir, á Heygum, í Toftum, í Gørðum, í Skálum, á Deild og á Rógvu liggja ovarlaga í bønum, teir flestu fluttir út frá upprunagørðuunum og bygdir uttan táverandi bøgarðar, men við yngri innleggum uttanfyri. Hetta er støðan, sum vit finna hana um ár 1600, tá vit á fyrsta sinni fáa skrivaðar keldur til búsetingarsøguna. Men um hetta mundi hevði bygdarfólkið langt síðan gloymt, at tey vóru vestmenn ikki einans av navni men eisini av uppruna. Íbúgvanavnið var farið at kámast og broytast, og hongur hetta saman við, at sjálvt bygdarnavið var farið av lagið.
Í tveimum miðaldarføroyskum keldum frá tíðarskeiðnum 1350-1400 er bygdarnavnið fyrstu ferð at finna á skrift: í Vestmannahøfn. Í donskum navnabúna verður bygdin altíð nevnd Vestmannahavn. Danskur navnabúni er neyvan eldri enn trúbótarmundið, men hann hevur alstóran dokumentariskan týdning, tí hann goymir mangan í sær gamlar føroyskar navnaformar, sum annars ikki eru varðveittir. Í hesum føri kunnu vit út frá danska navnabúnanum siga, at um trúbótarmundið hava føroyingar enn nevnt bygdina í Vestamannahavn. Men stutt eftir, í 1567, finna vit á fyrsta sinni stytta bygdarnavnið í Vestmanna á skrift. Síðan tá hevur bygdin verið nevnd í Vestmanna. Har búgva ikki longur vestmenn, men vestmenningar.
KOMMUNUSKRIVSTOVAN
Vestmanna kommuna
Bakkavegur 16
Postboks 91
FO-355 Vestmanna
Tel. +298 770 100
Fax +298 770 101
vestmanna(a)vestmanna.fo
Kommunuskrivstovan er opin:
mánadag-fríggjadag
kl. 9.00 - 15.00
Kontunummur
Eik Banki: 9181-123.097.4
Bank Nordik: 6460-110.628.9
Barnaansing: 6460-156.028.1
Staðið FM 101
Sunnukvøld frá kl. 21
Hóskvøld frá kl. 21 (endursendingar)
