OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.05.2020

LÝSINGAR

-

Vestmenningar fáa heimapart

Einir 150 hval løgdu beinini í Hvalvík um middagsleiðið leygardagin, og eisini vit í Vestmanna Kommunu fáa heimapart av grindini.

Heimapartarnir til Vestmanna fáast á keiini millum klokkan 8 og 10 fyrrapartin í morgin (sunnudagin) og aftur millum klokkan 13 og 15 seinnapartin.

Tilsamans fáa Vestmeningar eini 200 skinn av grind, og tað gevur hvørjum fólki 3,3 kilo av tvøsti og 2,9 kilo av spiki upp á partin.