RØKTARHEIMIÐ

Fylgið arbeiðinum

LEYS STØRV

-

Vestmenn í Vestmannahavn

Vestmenn í Vestmannahavn
Eins og hørðar og sygnir hava eisini vestmenn verið nóg sjáldsamir í Føroyum til navnagávu av bygdum teirra.

 

 

Mangan verður ført fram, at vestmenn vóru írar. Hetta er bert partvíst rætt. Írar vórðu roknaðir millum vestmenn, men allir vestmenn vóru ikki írar. Bygdarnavnið í Vestmannahavn er tí ikki prógv fyri, at júst írar skulu hava sett seg niður har. Í Vestmanna er heldur einki annað, sum bendir á, at írar ella onnur keltisk fólk nakrantíð hava búð har. Millum staðanøvnini í Vestmanna er mær kunnugt ikki eitt keltiskt navn. Høvdu niðursetumenn í Vestmanna allir verið keltar, høvdu vit tó væntað at sæð tað aftur í staðanøvnunum, bæði í orðatilfari og navnabygnaði. Men navnatilfarið í Vestmanna er eins norrønt og í Føroyum annars. Sannlíkast er tí, at eisini Vestmanna varð bygd av norrønum fólki.

 

 

Men vestmenn vóru teir, hesir norrønu menn, sum settust niður í Vestmannahavn. Rímiligast er tí at halda, at bygdin er vorðin bygd nakað væl inn í 9. øld í fyrsta lagið av synum, abbasynum ella øðrum eftirkomarum eftir norskar niðursetumenn í Vesturlondum.

 

 

Í 9. øld vóru flest allir Vestmenningar enn heidnir. Teir, sum búðu í Vesturlondum høvdu tó samband við kristin fólk, kendu kristna læru og kristnar siðir, og summir høvdu tikið við kristnari trúgv. Allir høvdu teir sæð kristnar prestar og munkar, sum teir nevndu papar. Úr norskari søguskriving vita vit, at nakað inn í miðøld livdi enn minnið um papar og pettar, sum norðmenn høvdu sæð, fyrst teir komu í Vesturlond. Men sagnirnar hava fingið ein ævintýrkendan dám. Kanska er tað ikki av tilvild, at einastu staðanøvn í Føroyum, sett saman við orðinum papi, júst eru at finna í Vestmanna. Langt til fjals, í Paparókum og á Papurshálsi, høvdu vanlig menniskju ikki kunnað búð, men í hugaheimi vestmanna búðu har papar, sum nú saman við øðrum yvirnátúrligum verum livdu teirra dulda lív í haganum.