BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 27.08.2019

LÝSINGAR

-



Vestmannadagar 2019 - skrá mán. 9. sept.

09.09.2019

 

 

Kl. 16.00 Betri vinir bamsurenning                                           – á Reyða Torgi
Børnini (3 - 9 ár) renna bamsurenning frá Reyða Torgi út til brúnna um Gjógvará og inn aftur á Torgið. Foreldrini eru vælkomin at renna saman við teimum smærru børnunum.
Barnabati og dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu skipa fyri renningini, sum varpar ljós á Betri vinir, ið er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Barnabati stendur fyri verkætlanini í samstarvi við Mary Fonden og Red Barnet.

Kl. 17.00 - 19.00 Leirdúgvuskjóting                                                 – úti á Berg
Vestmanna Byrsufelag skipar fyri leirdúgvuskjóting, har ið óroynd eru vælkomin at royna seg. Aldursmarkið er 12 ár. Kostnaður fyri 10 skot er einans kr. 20. Eisini er høvi at tekna seg sum lim í felagnum.
Leygardagin verður kapping og grill. Sí meira undir leygardegnum: Kl. 12.00 Skjótikapping – úti á Berg.

Kl. 19.00 Setan av Vestmannadøgunum                           – á brúnni um Fossá
Pauli T. Petersen, borgarstjóri, setir Vestmannadagarnar á nýggju brúnni um Fossá.
Kirstin og Pauli og Vestmanna Sangkór framføra.

Kl. 19.00 – 21.00 Listaframsýning                                                 – á Bryggjuni
Gyðja H. Didriksen, Martin Joensen, Laila Nikolajsen, Heidi Petersen, Ann-Mari Egholm, Ann-Mari Borgarsdóttir Mouritsen, Herit Magnussen og Herit Joensen sýna fram egin listaverk.
Flestu listaverkini eru til sølu.

Kl. 19.00 – 23.00 Kaffistova                                                           – á Bryggjuni
Á Bryggjuni er hugnalig kaffistova, har til ber at keypa sær te, kaffi og heimabakaða køku.

Kl. 20.00 – 22.00 Kjakfundur – Umhvørvið og ferðavinnan          – á Bryggjuni
Seinastu árini er ferðavinnan í Føroyum økt munandi og hetta gevur bæði jaligar og neiligar avleiðingar. Á kjakfundinum hava Jóhan Pauli Helgason og Siggert Patursson upplegg um ferðavinnu og umhvørvi. Lagt verður upp til kjak um, hvørji árin økta ferðavinnan kann hava á umhvørvið og hvat vit kunnu gera fyri at minka um tann neiliga partin.