BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 27.08.2019

LÝSINGAR

-



Vestmannadagar 2019 - skrá frí. 13. sept.

13.09.2019

 

 

Kl. 13.00 – 18.00 Lat-og-fá marknaður – í Vektarbúðini
Á lat-og-fá marknaðinum kunnu fólk koma og fáa sær klæðir til børn og vaksin, leikur og barnaútgerð púra ókeypis. Tað, sum eftir er, tá ið tiltakið endar, er ætlan um at nýta til endurnýtsluseyming.

Kl. 17.00 – 18.00 Ljóð- og litríkur súkklutúrur í bygdini
Kom við ein festligan súkklutúr, sum Evelyn og Marjun skipa fyri; byrjað verður á Torginum. Túrurin er fyri øll, børn sum vaksin. Lat teg í okkurt spraklandi litfagurt, og hav dútthorn ella okkurt annað, sum ber til at festa á súkkluna, sum gevur gott ljóð. So hoyrast og síggjast vit  Heitt verður á allar luttakarar um at brúka hjálm.

Kl. 17.00 – 19.00 Leirdúgvuskjóting – úti á Berg
Vestmanna Byrsufelag skipar fyri leirdúgvuskjóting, har ið óroynd eru vælkomin at royna seg. Kostnaður fyri 10 skot er einans kr. 20. Eisini er høvi at tekna seg sum lim í felagnum. Leygardagin verður kapping og grill. Sí meira undir leygardegnum: Kl. 12.00 Skjótikapping – úti á Berg.

Kl. 20.00 – 00.00 Ungdómskonsert – á Staðnum
Silvurdrongur og Marius DC framføra.

Kl. 21.00 – 23.00 Syngið-við kvøld – á Bryggjuni
Hugnaligt syngið-við kvøld verður á Bryggjuni. Harmonikur spæla undir og forsangarar vera eisini við. Húsið letur upp kl. 20 og tiltakið er ókeypis. Í barrini verður høvi at keypa sær okkurt gott til góman.

Kl. 23.00 – 01.00 Tónleikur – á Bryggjuni
Aftan á syngið-við-kvøldið á Bryggjuni syngur og spælir Róin. Barrin er opin.