OGNIR TIL SØLU - NÝTT

Ognir í Vestmanna til sølu

LEYS STØRV

Vestmanna Byrsufelag

 

Í Vestmanna er skjótivøllur til leirdúgvuskjóting úti á Berg.
Tað er Vestmanna Byrsufelag, sum stendur fyri leirdúgvuskjótingini.

Fastar venjingartíðir eru týs- og hóskvøld kl. 19 - 22.
Upp til kappingar verður skotið aðrar tíðir, tó ongartíð aftaná kl. 22.
Tá ið skotið verður, skal ábyrgdarpersónur frá felagnum vera til staðar. Boð frá ábyrgdarpersóninum skulu fylgjast.

Felagið skipar av og á fyri kappingum. Tær eru vanliga leygardagar. Vanliga byrja kappingarnar kl. 9 og enda seina seinnapartin.

Um felagið

Nevndin:
Leif Klein, formaður
Louis Kristensen, næstformaður
Louis Højgaard, skrivari
Jógvan Egholm, kassameistari
Jákup Mikkelsen, nevndarlimur

Limagjald
350 kr. um árið.

Kostnaðir
Limir 70 kr. pr. rundu ella 10-túra kort 600 kr.
Onnur 80 kr. pr. rundu.

Feløg og onnur eru vælkomin at royna skjótivøllin. Fyrispurningar kunnu setast við at ringja til Jógvan Egholm, tlf. 791040, ella til Leif Klein, tlf. 222211.