BYGDARRÁÐSFUNDIR
LÝSINGAR
-
KORT
VEÐRIÐ
Valrættur hjá lesandi uttanlands - løgtingsvalið 2019
13.08.2019
Viðvíkjandi valrætti hjá
føroyingum, sum lesa uttanlands
í sambandi við løgtingsvalið 31. august 2019
Seinasta freist hjá kommununum at taka avgerð um upptøku á vallista av føroyingum, sum lesa uttanlands, er leygardagin 10. august 2019. Heitt verður á allar føroyingar, sum lesa uttanlands, og sum ætla sær at útinna sín valrætt, um at bera so í bandi at søkja um upptøku á vallista skjótast gjørligt.
Til tey, sum flyta av landinum
Í hesum døgum eru eisini nógv,
sum flyta av landinum í lestrarørindum. Um hesi vilja útinna sín valrætt, skulu
tey antin ikki flyta fyrr enn eftir sjálvan valdagin tann 31. august 2019 ella
flyta áðrenn leygardagin 17. august 2019 og samstundis søkja um at koma á
vallista í tí kommunu viðkomandi flytur frá.
Um flutt verður av landinum í tíðarskeiðinum millum 10. og 17. august 2019, hevur viðkomandi ikki valrætt.
KOMMUNUSKRIVSTOVAN
Vestmanna kommuna
Bakkavegur 8
Postboks 91
FO-355 Vestmanna
Tel. +298 770 100
Fax +298 770 101
vestmanna(a)vestmanna.fo
Kommunuskrivstovan er opin:
mánadag-fríggjadag
kl. 9.00 - 15.00
Kontunummur
Eik Banki: 9181-123.097.4
Bank Nordik: 6460-110.628.9
Suðuroyar Sparikassi: 9870-997.298.7
Barnaansing: 6460-156.028.1
Staðið FM 101
Sunnukvøld frá kl. 21
Hóskvøld frá kl. 21 (endursendingar)