BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 24.09.2019

Ung í arbeiði 2019

04.06.2019

 

Ert tú úr Vestmanna og gongur í 9. flokki í Vestmanna Skúla, og ert tú ágrýtin og arbeiðssom/arbeiðssamur, kanst tú nú melda teg til Ung í arbeiði í summar.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitinum at rudda, lúka og fríðka.

Tíðarskeið
Arbeitt verður frá mánadegnum 1. juli til og við fríggjadagin 5. juli.

Arbeiðstíð
Arbeiðstíðin er 8 tímar dagliga, frá kl. 8.00 til kl. 16.00.

Løn
Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðiarløn.

Tilmelding
Melda teg til við at senda ein teldupost til vestmanna@vestmanna.fo.
Í tilmeldingini skal upplýsast, navn, adressa, teldupostadressa, p-tal og kontunummar.
Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 14. juni 2019.