OGNIR TIL SØLU - NÝTT

Ognir í Vestmanna til sølu

LEYS STØRV

Um útibarnagarðin látipípan

 

Vælkomin í Útibarnagarðin:
Útibarnagarðurin hevur opið frá kl. 07:15-17:15
Grundlógardag er opið til kl. 11:45
Útibarnagarðurin er stongdur allar halgidagar.
Stongt er millum jól og nýggjár.
Stongt er tríggjar vikur um summari.
Stongt er 2 ráðleggingardagar um árið.

Børnini:
Børnini í útibarnagarðinum skulu møta í seinasta lagi kl. 9:30. um ikki onnur avtala er gjørd. Foreldur ella tann sum kemur við barninum, verða vinarliga biðin um at hjálpa barninum úr yvirklæðunum og fylgja tí inn.
Minnist til at siga starvsfólkunum frá, at barnið er komið og tá farið verður heim.

Mál okkara á stovninum:

  • Vit vilja læra børnini at virða hvønn annan, fáa tey at nýta ein fólkaligan atburð/ málburð og lurta.
  • Vit vilja geva teimum eitt umhvørvi við trivnaði og tryggleika í gerðandisdegnum.
  • Vit vilja geva teimum smáar uppgávur og avbjóðingar, fyri at styrkja teirra sjálvsvirði.
  • Vit fara at brúka og kanna náttúruna, sum er rundan um okkum, í menningini av barninum.
  • Læra tey at geva náttúruni ans og fara væl um hana.

Grønur stovnur:
Látipípan bleiv tann 01.01.04 grønur stovnur.
Hetta merkir:

  • At vit læra børnini at skilja burturkastið.
  • At vaska verður ikki við sápu.
  • At ikki er loyvt at lata motorin í bilinum standa í gongd uttanfyri.

Matur:
Børnini hava matpakka við, sum vit eta á middegi. Millummála bjóðar stovnurin. Eisini hava vit matdagar í vetrarhálvuni.
Foreldrakaffi er uml. eina ferð um mánaðin.

Sjúka og frídagar:
Er barnið sjúkt ella í viðgerð við heilivági, kann tað ikki koma í útibarnagarð.
Vinarliga boða frá áðrenn kl. 09:30, um barnið verður heima vegna sjúku, ella tá barnið hevur ein frídag.

Klæðir
Barnið skal hava tvey sett av skiftiklæðum liggjandi á stovninum. Klæðini skulu hava navn í. Foreldrini eiga at halda skil á klædnarúminum hjá barninum, og at syrgja fyri at røttu klæðini eru í rúminum.
Klædnarúmini skulu tømast seinasta fríggjadag í hvørjum mánaði.

Foreldrasamstarv:
Tit foreldur, eru vælkomin at seta tykkara dám á arbeiðið við børnunum her á stovninum. Tað kann millum annað gerast, við at tit tosa við okkum um tað, sum liggur tykkum á hjarta, antin tit eru nøgd ella ónøgd. Góð hugskot, sum kunnu koma børnunum til góðar, eru eisini vælkomin.

Trygging:
Foreldrini hava skyldu at tryggja barnið, áðrenn tað byrjar í Látipípuni. Stovnurin hevur onga trygging, sum dekkar, um barn tykkara ger seg inn á ting hjá øðrum.

Gjald:
Gjaldið fyri fulla tíð er  kr. 1.800,-
Gjaldið fyri hálva tíð er kr. 1.075,-
Gjaldast skal frammanundan fyrst í hvørjum mánaði á kontu nr. 6460 – 156.028.1.

Anna Dalsgaard, leiðari Tlf. 770 150 
Bjørg Nielsen, varaleiðari  Tlf. 770 151 
   
Sóljukoppur  Tlf.  770152 og 770 153
   
Mýrusólja  Tlf. 770 154 og 770 155