Um Gjáarlon
Um stovnin
Gjáarlon varð tikin í nýtslu í desember 2004, og er góðkendur til 84 børn.
Á stovninum eru 5 stovur:
3 vøggustovur (Fossurin, Hylurin og Veitin) og 2 barnagarðsstovur (Áin og Keldan).
Endamálið
Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovninum er:
Við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling.
At menna barnanna andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.
At búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag.
(Brot úr dagstovnalógini, grein 2)
Hetta er okkara mál
Vit vilja í dagliga yrki okkara veita barninum umstøður við tryggleika og umsorgan. Vit leggja dent á sjálvsvirði og at virða hvønn annan.
Reglur
Barnið skal vera á stovninum í seinasta lagi kl. 9:30. Um barnið kemur seinri, skal stovnurin hava boð um hetta.
Foreldur ella tann, sum kemur við barninum, verður vinarliga biðin um at hjálpa barninum úr klæðunum og fylgja tí inn.
Minnist til at boða starvsfólki á stovuni frá, at barnið er komið, og somuleiðis tá farið verður heim.
Boða stovninum frá, um tað eru onnur enn foreldrini, sum koma eftir barninum.
Um barnið ikki kemur á stovn vegna sjúku ella hevur ein frídag, skal ringjast (ikki sms’ast) áðrenn kl. 9.30.
Starvsfólkini geva ikki heilivág uttan so, at talan er um kroniska sjúku.
Hvat skal barnið hava við?
Barnið skal hava matpakka við.
Millummáltíð fáa tey frá stovninum.
Barnið skal hava blæður við.
Barnið skal hava 2 sett av skiftiklæðum, við navni í, liggjandi á stovninum.
Foreldrini skulu halda skil á klædnarúminum hjá barninum, so at røttu klæðini eru í.
Klædnarúmini skulu tømast seinasta fríggjadag í hvørjum mánaði.
Foreldrasamstarv
Tit foreldur eru vælkomin at seta tykkara dám á umhvørvið hjá barninum í gerandisdegnum.
Tosið við okkum um hetta, komið við hugskotum og sigið tykkara hugsan – eisini um tit eru misnøgd við eitthvørt.
Foreldraráð við umboðum fyri allar stovurnar verður valt annaðhvørt ár.
Upp- og afturlatingartíðir
Stovnurin letur upp kl. 7.15 og letur aftur kl. 17.15.
Grundlógardag er opið til kl. 12.
Jólaaftan, nýggjársaftan, flaggdagin og Ólavsøkudag er stongt.
Stovnurin er stongdur í 3 vikur í summarfrítíðini.
Stongt er ímillum jól og nýggjár.
Stongt er 2 ráðleggingardagar um árið.
Gjald
Gjaldið fulla tíð er kr. 1.800,-
Gjaldið hálva tíð er kr. 1.075,-
Gjaldast skal frammanundan, fyrst í hvørjum mánaði í Føroya Banka á kontu nr. 6460 – 156.028.1.
Uppsøgn
Um vøggustovu-/barnagarðsplássið skal sigast upp, er tað við einum mánaða uppsagnartíð, til tann 1. í mánaðinum.
Vit halda til við Hornaveg 16.
Stovnurin svarar á tlf.: 770 133
| Morið A. O. Gardy, leiðari | tlf. 770 134 | |
| Solveig Olsen, varaleiðari | tlf. 770 144 | |
| Fossurin | tlf. 770 135 | og 770 145 |
| hylurin | tlf. 770 136 | og 770 146 |
| Veitin | tlf. 770 137 | og 770 147 |
| Áin | tlf. 770 138 | og 770 148 |
| Keldan | tlf. 770 139 | og 770 149 |
KOMMUNUSKRIVSTOVAN
Vestmanna kommuna
Bakkavegur 16
Postboks 91
FO-355 Vestmanna
Tel. +298 770 100
Fax +298 770 101
vestmanna(a)vestmanna.fo
Kommunuskrivstovan er opin:
mánadag-fríggjadag
kl. 9.00 - 15.00
Kontunummur
Eik Banki: 9181-123.097.4
Bank Nordik: 6460-110.628.9
Barnaansing: 6460-156.028.1
Staðið FM 101
Sunnukvøld frá kl. 21
Hóskvøld frá kl. 21 (endursendingar)
