Um frítíðarstovuna Látipípan
Frítíðarstovan er fyri børn í 1. og 2. flokki aftaná skúlatíð. Frítíðarstovan er opin til kl. 17.15.
Vit vilja geva børnunum upplivingar saman við øðrum børnum, í sama aldri. Læra tey at virða hvønn annan og annars hava tað stuttligt saman.
Sjúka og frídagar
Um børnini ikki koma í frítíðarstovu eftir skúlatíð, skulu tit, foreldrini, boða frá á fartlf. nr. 770156, áðrenn kl. 10:00. Tað er ikki nokk at børnini boða okkum frá.
Foreldrini hava ábyrgd av at gera avtalur, um børnini skulu heim við onkrum øðrum.
Um barnið er sjúkt, mugu foreldrini eisini boða frá.
Grøni kassin uttanfyri skúlan
Kassin er til skúlataskurnar. Børnini leggja taskurnar í kassan eftir skúlatíð og foreldrini avheinta taskurnar í kassanum.
Klæðir
Børnini skulu hava tvey sett av skiftiklæðum liggjandi á plássinum.
Foreldrini mugu sjálvi halda skil á, at skiftiklæðir eru til hvønn dag.
Harumframt skulu børnini eisini hava gummistivlar og regnklæðir við hvønn dag.
Tá veturin kemur, mugu tey hava heit klæðir við .
Navn skal vera í øllum klæðunum.
Matur
Millummála og mjólk fáa børnini frá stovninum.
Foreldrasamstarv
Vit vilja gjarna hava eitt gottsamstarv við foreldrini, og verða tit biðin um at siga frá, um okkurt er, sum liggur tykkum á hjarta.
Tit eru eisini altíð vælkomin við hugskotum til túrar og annað, vit kunnu gera saman við børnunum.
Frítíð
Frítíðarstovan er stongd, tá skúlin hevur frí.
Foreldragjaldið
Gjaldið fyri fulla tíð er 1100,- kr
Gjaldið fyri hálva tíð er 550,- kr
Gjaldast skal frammanundan, fyrst í hvørjum mánaði á kontonr: 6460-156.028.1 í Føroya Banka.
| Vit eru at hitta her:
|
|
| Anna Dalsgaard, leiðari | Tlf. 770 150 |
| Marin í N. Durhuus, varaleiðari | Tlf. 770 151 |
| Frítíðarstovan, Ovari vegur 50 | Tlf. 770 156 |
KOMMUNUSKRIVSTOVAN
Vestmanna kommuna
Bakkavegur 16
Postboks 91
FO-355 Vestmanna
Tel. +298 770 100
Fax +298 770 101
vestmanna(a)vestmanna.fo
Kommunuskrivstovan er opin:
mánadag-fríggjadag
kl. 9.00 - 15.00
Kontunummur
Eik Banki: 9181-123.097.4
Bank Nordik: 6460-110.628.9
Barnaansing: 6460-156.028.1
Staðið FM 101
Sunnukvøld frá kl. 21
Hóskvøld frá kl. 21 (endursendingar)
