OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 26.05.2020

LÝSINGAR

Stuðul til Gjáarlon
Freist 26.05.2020 kl. 12.00


Tíðindaskriv um tyrluflúgving

05.09.2005

Tíðindaskriv um tyrluflúgving

 

 

Vestmanna Kommuna hevur fingið áheitan um at gera reglugerð fyri tyrluna, tá hon er í arbeiðsørindum í Vestmanna.

 

 

Ásannandi, at tað er trupult at seta ávíst øki burturav til tyrluna, tá hon er í arbeiðs-ørindum í Vestmanna, hevur Vestmanna Kommuna í samráð við Tyrlutænastuna gjørt niðanfyri standandi reglur:

 

·            at Tyrlutænastan í góðari tíð boðar kommununi frá, tá flúgving er fyri framman í Vestmanna.

 

·            at Tyrlutænastan heitir á viðkomandi, sum hevur biðið um flúgvingina, um at seta seg í samband við kommununa.

 

·            at tyrlan so vítt gjørligt lendir ella krøkir í og úr uttanfyri bygt øki.

 

 

Á henda hátt kann, um skotbráið ikki er ov stutt, avtalast partanna millum, hvar frægast er at lenda ella krøkja í og úr.

 

 

 

Vestmanna Kommuna