BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Svimjihylurin

Svimjihylur er í Vestmanna Skúla.

Umframt at svimjihylurin verður nýttur av næmingum í Vestmanna Skúla og av dagstovnunum, verður hann eisini nýttur av Kvøldskúlanum. Av tí at ongin lívbjargari er, er ongin almenn svimjing.
Vetrarhálvuna 2011/2012 er svimjihylurin upptikin mánadagar til og við fríggjadagar til kl. 21. 

Til ber hjá einstaklingum og virkjum at leiga svimjihylin. Kostnaðurin er 120,- kr. um tíman.
Í vetrarhálvuni kann svimjihylurin leigast leygardagar frá kl. 10 til kl. 21.
Sunnudagar kann hann leigast frá kl. 14 til kl. 21.
Summarhálvuna ber til at leiga svimjihylin mánadag til leygardag frá kl. 10 til 21, og sunnudagar frá kl. 14 til kl. 21.

Ynskja tit at leiga svimjihylin, skulu tit ringja til vakthavandi umsjónarmann á tlf. 770 195.

Eftir brúk skulu hølini ruddast, og ljósið skal sløkkjast.