BYGDARRÁÐSFUNDIR
LÝSINGAR
Varaleiðari til dagstovnaøkið
Freist 19.12.2019
Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
Freist 19.12.2019
KORT
VEÐRIÐ
Størv leys at søkja
26.09.2019
Hesi størv hjá Vestmanna Kommunu eru leys at søkja:
Námsfrøðingur
Søkt
verður eftir námsfrøðingi til dagstovnaøkið í Vestmanna Kommunu at byrja
skjótast til ber.
Starvið
er 40 tímar um vikuna, men møguleiki er eisini at arbeiða niðursetta tíð.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Morið
A. O. Gardy, leiðara, á tlf. 770 134.
Les lýsingina her.
2 reingerðarfólk
Søkt
verður eftir tveimum reingerðarfólkum til Vestmanna Kommunu at byrja sum
skjótast.
Annað
starvið er í Látipípuni. Arbeiðstíðin er 10 tímar um vikuna. Arbeitt verður
gerandisdagar í dagtímunum.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Morið A.O.
Gardy, tlf. 770 134.
Hitt
starvið er í Vestmanna Skúla. Starvið er tíðaravmarkað fram til summarfrítíðina
2020. Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna, umframt kvøldreingerð umleið 3.
hvørja viku.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja
til Helga Finn Poulsen, tlf. 770 197.
Les lýsingina her.
2 arbeiðsfólk til fríðkan
v.m.
Søkt
verður eftir tveimum arbeiðsfólkum til fríðkan v.m. hjá Vestmanna Kommunu at
byrja skjótast til ber.
Annað starvið
Arbeiðsuppgávurnar
eru m.a. tilrættalegging og skráseting av uppgávum á økinum, fríðkan og sláing
av gøtum og øðrum kommunalum økjum, aðrar fyrifallandi uppgávur hjá kommununi. Talan er um fulltíðarstarv.
Meira fæst at vita um starvið við at
ringja til arbeiðsformannin, tlf. 770126.
Hitt starvið
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. fríðkan og sláing av gøtum og øðrum kommunalum økjum, aðrar fyrifallandi uppgávur hjá kommununi.
Talan er um fulltíðarstarv.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til arbeiðsformannin,
tlf. 770126.
Les lýsingina her.
Arbeiðsfólk
Søkt
verður eftir einum arbeiðsfólki til Vestmanna Kommunu at byrja skjótast til ber
ella sambært avtalu.
Arbeiðsuppgávurnar
eru m.a. at arbeiða í toymi, sum tekur sær av dagliga viðlíkahaldinum og
nýgerðum í bygdini, kavagrevstur og salting.
Talan
er um fulltíðarstarv og verður lønt sambært sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og KAF, ella millum Føroya
Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag, um tann, ið settur verður, ikki
hevur viðkomandi útbúgving.
Meira fæst at vita um starvið við at
ringja til arbeiðsformannin,
tlf. 770126.
Les lýsingina her.
KOMMUNUSKRIVSTOVAN
Vestmanna kommuna
Bakkavegur 8
Postboks 91
FO-355 Vestmanna
Tel. +298 770 100
Fax +298 770 101
vestmanna(a)vestmanna.fo
Kommunuskrivstovan er opin:
mánadag-fríggjadag
kl. 9.00 - 15.00
Kontunummur
Eik Banki: 9181-123.097.4
Bank Nordik: 6460-110.628.9
Suðuroyar Sparikassi: 9870-997.298.7
Barnaansing: 6460-156.028.1
Staðið FM 101
Sunnukvøld frá kl. 21
Hóskvøld frá kl. 21 (endursendingar)