BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Skúlastýrið

Í skúlastýrinum fyri Vestmanna Skúla sita: 

Jona Jensen, forkvinna
Johan Muller, næstformaður
Jóngerð M. Nielsen, skúlastýrislimur
Marjun Johannesen, umboð fyri kommununa
Herit Magnussen, umboð fyri kommununa
Pauli Joensen, læraraumboð
Nomi Jacobsen, skrivari

Skúlastýrið hevur ynski um at arbeiða við hesum málum komandi 4 árini:

  • Virðisgrundarlag fyri Vestmanna Skúla
  • Betri samstarv við Kvívíkar Skúla og skúlastýrið
  • Betra um ferðasamband hjá næmingum millum Kvívík og Vestmanna
  • Grønur Skúli, víðari ætlanir
  • Inniluft og inniumhvørvi
  • Betra um arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum, skrivara og leiðslu
  • Matarsalur
  • Framtíðarskúlin á KT økinum
  • Skapa umstøður fyri bókasavni sum integreraður partur av miðhøllini
  • Framhaldandi eitt tilboð til næmingar at sleppa á seturskúla í 3, 6 og 8. fl. og eggja lærarum at geva næmingum upplivingar uttan fyri skúlan, útiskúla o.a.

 

Skúlastýrið ynskir at gera arbeiðið í skúlastýrinum meiri opið og sjónligt.

Vit hugsa at leggja fundarfrágreiðingar á heimasíðu skúlans og hjá kommununi, eins og at øll hava atgongd til eitt yvirlit yvir, nær fundir eru í skúlastýrinum. 

Vit ynskja eisini at tað skal verða lætt at koma í samband við skúlastýrið, eins og foreldur skulu gerast meiri forvitin eftir at vita, hvat rørir seg í skúlastýrinum. 

Vit eru fyrst og fremst vald í skúlastýrið av foreldrum, og ynskja vit tískil eisini, at tit sum foreldur venda tykkum til okkara um eitthvørt er, sum tit ynskja skal verða viðgjørt í skúlastýrinum.