OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 29.10.2019

LÝSINGAR

Mentanar- og ungdómsleiðari
Umsóknarfreist 25.11.2019 kl. 12.00

Umsjónarfólk til Vestmanna Havn
Umsóknarfreist 25.11.2019 kl. 12.00

Seyming í Krambúðini í vetur

28.10.2019

Norðstreymoyar heimavirkisfelag skipar fyri seyming fyri limum felagsins í Krambúðini í vetur.
Nýggir limir kunnu tekna seg.

Limaskapurin í felagnum er ókeypis, tó verða
% tikin av søluni, alt eftir um ein tekur vaktir í Krambúðini ella ikki.

Luttøkan er ókeypis, tó verður ein skipan við kaffi og afturvið.

Vit byrja við endurnýtsluseyming. Ætlanin er at nýta tað tilfar, ið lá eftir Lat- og fá marknaðin í september. Sjálvandi ber eisini til at seyma úr egnum tilfari.

Seymað verður hvørt mánakvøld frá kl. 17.00- 22.30. Møguleiki verður eisini at seyma aðrar tíðir, um áhugi er fyri tí, td dømis onkran fyrrapart ella vikuskifti.
Neyðugt er við tilmelding eftirsum at plássið í Krambúðini/Vektarbúðini er avmarkað.

Ætlanin er, at øll skulu verða hjartaliga vælkomin á gátt hesi kvøldini, eisini tey, ið ikki eru tilmeldað, hetta við stokkum ella bert til ein drekkamunn.

Seymingin er ikki skipað sum undirvísing við einum lærara, tó læra vit av hvør øðrum.

Alt seymitilhoyr hevur ein við sær sjálvur, t.e. seymimaskinu, forleingjara, trá, toysaks, mynsturpappír vm.
Vit hava nógv mynstur í Krambúðini.

Tað, ið seymað verður, hevur tú møguleika fyri at taka heim við tær, ella at selja í Krambúðini.

Somuleiðis er ætlanin at skipa fyri skeiðum innan ymiskt handverk, td at virka bond og seyma skjúrt. Nærri verður lýst um hetta.
Um nógv melda seg til hesi skeið, so verður farið á Bryggjuna eftir avtalu við kommununa. Hesi skeið verða ikki ókeypis.

Vit byrja longu í dag, mánadagin 28. oktober 2019. Tó ber til at tekna seg fram til 3.november á tel.nr.: 224702, mail: barbarabrattaberg@gmail.com ella við messenger boðum til Barbaru Brattaberg.