OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 10.12.2019

LÝSINGAR

Varaleiðari til dagstovnaøkið
Freist 19.12.2019

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
Freist 19.12.2019

Ruddingardagur 20. juni 2015

15.06.2015


Vestmanna Kommuna bjóðar øllum vestmenningum at koma og rudda bygdina leygardagin 20. juni 2015. Í ár er ætlanin, at øll rudda í egnum býlingi, og vóna vit, at tikið verður væl undir við átakinum.

Møtt verður á Torginum kl 9.30 til morgunmat. Og har verða øll býtt upp í bólkar.

Kl. 10 verður farið at rudda, og ruddað verður til kl. 13. Tá møtast øll aftur á Torginum, har ið frukt og okkurt drekkandi verður at fáa.

Vestmanna Kommuna vónar, at borgararnir møta fjølmentir til ruddingardagin, so bygdin kann gerast enn vakrari, nú summargestirnir eru byrjaðir at koma til bygdina.