Rottur

Mest umráðandi í stríðnum móti rottu, eru tær fráboðanir, ið kommunan fær frá borgarunum. Tí er umráðandi, at tann, ið sær rottu ella farvegin eftir rottu, beinanvegin vendir sær til umsitingina hjá Vestmanna Kommunu. Skal rottutýningin eydnast til fulnar, eigur fólk við serkunnleika at skipa fyri.
Um tú hevur trupulleikar av rottum ella hevur sæð rottu, skalt tú venda tær til umsitingina á tlf 770 100. Umsitingin avgreiðir síðan tína fráboðan.
Lógin um umhvørvisvernd áleggur hvørjum einstøkum ognara í mestan mun at avmarka livilíkindini hjá rottu á ogn síni. Hetta merkir millum annað, at grundøki, hús og innleggingar, t.d. kloakk, skulu vera í so góðum standi, sum yvirhøvur gjørligt. Harvið minka møguleikarnir hjá rottuni at fáa fastatøkur.
Lógin áleggur somuleiðis kommunum at skipa fyri ókeypis týning av rottum. Tað merkir, at hvør einstakur, ið hevur trupulleikar av rottu, kann venda sær til kommununa um hjálp og samstundis fáa vegleiðing um, hvussu best verður byrgt upp fyri rottum.
KOMMUNUSKRIVSTOVAN
Vestmanna kommuna
Bakkavegur 16
Postboks 91
FO-355 Vestmanna
Tel. +298 770 100
Fax +298 770 101
vestmanna(a)vestmanna.fo
Kommunuskrivstovan er opin:
mánadag-fríggjadag
kl. 9.00 - 15.00
Kontunummur
Eik Banki: 9181-123.097.4
Bank Nordik: 6460-110.628.9
Barnaansing: 6460-156.028.1
Staðið FM 101
Sunnukvøld frá kl. 21
Hóskvøld frá kl. 21 (endursendingar)
