RØKTARHEIMIÐ

Fylgið arbeiðinum

LEYS STØRV

-

Reglugerð fyri líkvognin

HJÁ

VESTMANNA, KVÍVÍKAR, SANDAVÁGS OG MIÐVÁGS KOMMUNUM.

 

Til tænastu hjá íbúgvunum í kommununum hava Vestmanna, Kvívíkar, Sandavágs og Miðvágs kommunur í felag keypt ein líkvogn.

 

Grein 1.

Líkvognurin hevur støð í Vestmanna, og verður í tí dagliga umsitin av Vestmanna Kommunu.

Til dagligu umsitingina rinda kommunurnar lutfalsliga eftir fólka-talinum.

 

Grein 2.

Um ein av kommununum hevur brúk fyri líkvogninum útvegar Vestmanna Kommuna bilførara.

 

Grein 3.

Avvarðandi skulu ókeypis kunna gera nýtslu av vogninum til flutning av líki frá heimi til kirkju ella samkomuhús, og frá kirkju ella samkomuhúsi til kirkjugarð.

Avvarðandi skulu, um brúk er fyri líkvogninum, seta seg í samband við heimakommununa, sum síðani syrgir fyri, at boðini í góðari tíð koma til Vestmanna Kommunu.

 

Grein 4.

Um tey ynskja tað, skulu avvarðandi ókeypis kunna gera nýtslu av  vogninum til flutning av líki frá eitt nú sjúkrahúsi til heim/kirkju. Hetta verður gjørt við at seta seg í samband við heimakommununa, sum síðani syrgir fyri, at boðini í góðari tíð koma til Vestmanna Kommunu.

 

Grein 5.

Um brúk er fyri líkvogninum í meira enn einari kommunu samstundis, skal tosast við prestarnar um tilrættislegging av jarðarferðunum.

Um ikki ber til at leggja jarðarferðirnar soleiðis tilrættis, at líkvognurin kann brúkast í øllum førum, hava tey, sum fyrst hava boðað heimakommununi frá, fyrsta rættin til nýtslu av líkvogninum.

 

Grein 6.

Líkvognurin verður tryggjaður hjá tryggingarveitara.

Um vognurin verður fyri óhappi, og skaðin verður mettur at vera størri enn ein møgulig sjálvsábyrgd, boðar Vestmanna Kommuna tryggingar-veitaranum frá skaðanum.

 

Grein 7.

Aðrar kommunur í økinum skulu kunna koma uppí skipanina við at rinda sín part av íløguni í keypinum av líkvogninum.

Hesin partur verður síðani brúktur til dagliga raksturin.

 

Grein 8.

Kommunur uttanfyri øki skulu kunna leiga líkvognin, men hetta skal undir ongum umstøðum ganga útyvir nýtsluna hjá kommununum í økinum.

Í slíkum førum skulu rindast 500 kr í leigu um tíman umframt løn til føraran, sum Vestmanna Kommuna útvegar.

 

Grein 9.

Um kommuna í økinum ynskir at sleppa burturúr skipanini, skal hetta gerast skrivliga við einum mánaða uppsøgn til ein 1. januar.

Um samstarvið verður sagt upp innanfyri tey tvey fyrstu árini, verður 1/3 av íløguupphæddini endurgoldin.

Um samstarvið verður sagt upp eftir tvey tey fyrstu árini, verður einki endurgoldið.

 

Grein 10.

Um partarnir verða samdir um at siga samstarvið upp, skulu kommunurnar í økinum hava fyrsta rættin til at keypa líkvognin.

Um kommunurnar ikki kunnu semjast um ein keypsprís og um, hvør kommuna skal keypa líkvognin, verður vognurin settur til sølu.

Um tað ikki er møguligt at selja líkvognin, fellur hann til Vestmanna Kommunu. Ein møgulig søluupphædd verður býtt til kommunurnar í økinum lutfalsliga eftir fólkatalinum.

 

Grein 11.

Vestmanna Kommuna ger við ársskifti roknskap fyri líkvognin, men kommun-urnar í samstarvinum skulu, tá brúk er fyri tí, kunna fáa  avrit yvir bókhaldskontuna, sum verður upprættað fyri vognin.

 

Kommunurnar í samstarvinum.