OGNIR TIL SØLU - NÝTT

Ognir í Vestmanna til sølu

LEYS STØRV

Reglugerð fyri Látipípuna

Reglugerð fyri Útibarnagarðin Látipípan í Vestmanna


§1.
Kommunalur stovnur
Útibarnagarðurin í Vestmanna er ein kommunalur stovnur, er góðkendur við heimild í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt nr. 67 frá 10. mai 2000. Stovnurin hevur rætt til at fáa almennan studning sambært somu lóg og er skyldigur til at verða undir almennum eftirliti og fylgja teimum umsitingarligu fyriskipanum, íð eru ásettar sambært somu lóg.

§ 2.
Endamál stovnsins
1. stk.
Endamál stovnsins er gerandisdagar í dagtímunum at hava umsorgan fyri, menna og menta børnum- í einum kristnum anda í tryggum viðurskiftum á námsfrøðiligan fullgóðan hátt- í aldrinum 5 ár til og við 2. flokk, sum eru búsitandi í Vestmanna Kommunu. Avbygdabørn kunnu fáa pláss sambært upptøkureglunum.

2. stk.
Javnstillað við 1. stk. Er endamál stovnsins at samskipa tiltøk fyri børn, sum av fysiskum, sálarligum og sosialum orsøkum hava tørv fyri meiri stuðli enn tí, sum heimið megnar at geva.

§3.
Foreldraráð
1. stk.
Fyri stovnin skal veljast eitt foreldraráð, sum skal geva leiðarum ráð og vegleiðing. Ráði skal á ein positivan hátt arbeiða fyri, at bøta og styrkja um samstarvið ímillum foreldrini, stovnin og kommununa.

2. stk.
Leiðarin tekur stig til, at eitt ráð verður sett. Í ráðnum skulu vera 3 limir, sum valdir eru tvey ár ísenn. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur.

3. stk.
Ráðið skal verða umboða av foreldrum, sum hava børn á stovninum.

4. stk.
Kommunan ger viðtøkur fyri virksemi ráðsins.

§ 4.
Seturnarviðurskiftir og uppgávubýti
1. stk.
Til tess at røkja dagligu leiðslu stovnsins setir kommunan ein leiðara við námsfrøðisligari útbúgving. Leiðarin setir fólk í starv. Størvini skulu lýsast leys alment. Fólk sum verða sett í starv eftir hesi reglugerð, verða lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag og avvarðandi yrkisfelag.

2. stk.
Stovnurin hevur opið gerðandisdagar í dagtímunum.
Stovnurin er stongdur trýggjar vikur um summari og millum jól og nýggjár.

3. stk.
Leiðarin hevur ábyrgdina av námsfrøðiligu leiðslu stovnsins og stendur fyri dagliga rækstrinum í samstarvið við kommununa.

4. stk.
Vestmanna kommuna ger upptøkureglur, sum skulu góðkennast av landsstýrismanninum sambært § 4 stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt.

5. stk.
Vestmanna kommuna hevur ábyrgdina av, at gjaldið, í foreldrini skulu lata, verður kravt, og førir leiðarin í samstarv við annað starvsfólk hjáverðubók, har tað hvønn dag verður sagt frá , hvørji børn, ið eru komin.

6. stk.
Leiðarin førðir høvuðsbók við upplýsingum um tey børn, ið eru upptikin á stovninum, navn teirra og aldur, foreldur, og hvussu leingi tey vóru á stovninum, og um orsøkina til, at tey fóru av stovninum.

7. stk.
Leiðarin skipar fyri arbeiðsætlanum, frítíðarætlanum, og líknandi. Uppsøgn av starvsfólki verður framd í tráð við tær til eina og hvørja tíð galdandi reglur.

8. stk.
Leiðarin hevur ábyrgd av at óregluligar avgerðir ikki verða tiknar á stovninum. Um kommunan tekur avgerð, ið eftir fatan leiðarans er í stríð við galdandi reglur s.s. sáttmáli o.t., hevur leiðarin skyldu til at boða kommununi frá hesum. Um kommunan ikki er samd við leiðaranum hesum viðvíkjandi, kann avgerð kommununnar kærast til Familju og heilsumálaráðið.

9. stk.
Er talan um størri útveganir, fer keypið fram, eftir at tilboð eru fingin til vega og løgd fyri kommununa til støðutakan.

10. stk.
Er talan um størri útreiðslur, sum ikki eru innan fyri góðkendu fíggjarætlan, skulu útreiðslurnar ikki berast uttan góðkenning frá Vestmanna Kommunu.

§ 5.
Fíggjarætlan
Tað áliggur leiðaranum saman við kommunalu fyrisitingini at gera uppskot til fíggjarætlan, sum verður løgd fyri bygdaráði til viðmerkingar og góðkenningar. Kommunan velur ríkisgóðkendan ella skrásettan grannskoðara fyri stovnin.

§ 6.
Uppsagnargrund
1. stk.
Eru foreldur í eftirstøðu fyri foreldragjald, kann barnið sigast upp eftir ”Kunngerð um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt” nr.6 frá 25. januar 1995.

2. stk.
Barn kann ikki verða uppsagt, fyri at barn á bíðilista skal koma inn.

3. stk.
Søkja foreldur um upptøku av barni teirra, hevur kommunan ikki loyvi at sýta teimum upptøku, um pláss er á stovninum.

§ 7.
Royking/ rúsevni
Øll royking/rúsenvi er strangliga bannað inni í Stovninum og á økinum sum hoyrir til stovnin.

§ 8.
Vestmanna kommuna kann broyta hesa reglugerð.