OGNIR TIL SØLU - NÝTT

Ognir í Vestmanna til sølu

LEYS STØRV

Reglugerð fyri Gjáarlon

§ 1.
Kommunalur stovnur
Dagstovnurin Gjáarlon í Vestmanna er ein kommunalur stovnur, sum er góðkendur við heimild í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt. Stovnurin hevur skyldu til at verða undir almennum eftirliti og fylgja teimum umsitingarligu fyriskipanum, ið eru ásettar sambært somu lóg.

§ 2. 
Endamál stovnsins
Endamál stovnsins er gerðandisdagar í dagtímunum - í einum kristnum anda í tryggum viðurskiftum á námsfrøðiligan fullgóðan hátt – at hava umsorgan fyri, menna og menta børn  í aldrinum frá 6 mánaðum til og við 5 ár, sum eru búsitandi í Vestmanna Kommunu. Børn úr øðrum kommunum kunnu fáa pláss sambært upptøkureglunum.
2. stk.
Javnstillað við 1. stk. er endamál stovnsins at samskipa tiltøk fyri børn, sum av fysiskum, sálarligum og sosialum orsøkum hava tørv fyri meiri stuðli enn tí, sum heimið megnar at geva.

§ 3.
Foreldraráð
Fyri stovnin skal veljast eitt foreldraráð, sum skal geva leiðaranum ráð og vegleiðing.
Ráðið skal á ein positivan hátt arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið ímillum foreldrini, stovnin og kommununa.
2. stk.
Leiðarin tekur stig til, at eitt ráð verður sett. Í ráðnum skulu verða 3 limir, sum verða valdir fyri tvey ár í senn. Fyri hvønn lim verður ein varalimur valdur.
3.  stk.
Ráðið skal verða umboðað av foreldrum, sum hava børn á stovninum.
4.  stk.
Kommunan ger viðtøkur fyri virksemi ráðsins.

§ 4.
Setanarviðurskiftir og uppgávubýti
Til tess at røkja dagligu leiðslu stovnsins setur kommunan ein leiðara við námsfrøðiligari útbúgving. Leiðarin setur fólk í starv. Størvini skulu lýsast leys alment. Fólk, sum verða sett í starv eftir hesi reglugerð, verða lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og avvarðandi yrkisfelag.
2. stk.
Stovnurin hevur opið gerðandisdagar í dagtímunum.
Stovnurin er stongdur í 3 vikur um summari og ímillum jól og nýggjár.
3. stk.
Leiðarin hevur ábyrgdina av námsfrøðiligu leiðslu stovnsins og stendur fyri dagliga rakstrinum í samstarvi við kommununa.
4. stk.
Vestmanna Kommuna ger upptøkureglur, sum skulu góðkennast av landstýrismanninum sambært § 4 stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt.
5. stk.
Vestmanna kommuna hevur ábyrgdina av, at gjaldið, í foreldrini skulu gjalda, verður innkravt. Í samstarvi við annað starvsfólk skrivar leiðarin hjáverubók, har tað hvønn dag verður skrásett, hvørji børn eru uppmøtt.
6. stk.
Leiðarin skrivar høvuðsbók við upplýsingum um tey børn, ið eru upptikin á stovninum. Høvuðsbókin skal innhalda navn barnanna og aldur, foreldur, og hvussu leingi tey vóru á stovninum og um orsøkina til, at tey fóru av stovninum.
7. stk.
Leiðarin skipar fyri arbeiðsætlanum, frítíðarætlanum, sjúkraseðlum o.l. Uppsøgn av starvsfólki verður framd í tráð við tær til eina og hvørja tíð galdandi reglur.
8. stk.
Leiðarin hevur ábyrgd av, at óregluligar avgerðir ikki verða tiknar á stovninum. Um kommunan tekur avgerð, ið eftir fatan leiðarans er í stríð við galdandi reglur s.s. sáttmála o.t., hevur leiðarin skyldu til at boða kommununi frá hesum. Um kommunan ikki er samd við leiðaranum hesum viðvíkjandi, kann avgerð kommununnar kærast til Almanna- og Heilsumálaráðið.
9. stk.
Er talan um størri útveganir, fer keypið fram, eftir at tilboð eru fingin til vega og løgd fyri kommununa til støðutakan.
10. stk.
Er talan um størri útreiðslur, sum ikki eru innanfyri góðkenda fíggjarætlan, skulu útreiðslurnar ikki berast uttan góðkenning frá Vestmanna Kommunu.

§ 5.
Fíggjarætlan
Tað áliggur leiðaranum saman við kommunalu fyrisitingini at gera uppskot til fíggjarætlan, sum verður løgd fyri bygdaráðið til viðmerkingar og góðkenningar. Kommunan velur ríkisgóðkendan ella skrásettan grannskoðara fyri stovnin.

§ 6
Uppsagnargrund
Eru foreldur í eftirstøðu fyri foreldragjald, kann barnið sigast upp eftir ”Kunngerð um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt” nr. 6 frá 25. januar 1995.
2. stk.
Barn kann ikki verða uppsagt, fyri at barn á bíðilista skal koma inn.
3. stk.
Søkja foreldur um upptøku av barnið teirra, hevur kommunan ikki loyvi at sýta teimum upptøku, um pláss er á stovninum.

§ 7
Royking /Rúsevni
Royking og rúsevni eru strangliga bannað á stovninum og á økinum, sum hoyrir til stovnin.

§ 8
Vestmanna Bygdarráð kann broyta hesa reglugerð.

Vestmanna Bygdarráð 25. apríl 2006