BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 27.08.2019

LÝSINGAR

-



Forsíða

rss


Vestmannadagar 2019
9. - 15. september




Áheitan um at taka upp tað, sum leyst er!

Í vikuskiftinum verður boðað frá vindi og hørðum hvirvlum og tí verður heitt á fólk um at taka upp tað, sum liggur og sløðist.
Ein týðandi partur í at fyribyrgja stormskaðum er at taka upp tað, sum liggur og sløðist, so tað ikki fer á flog og ger skaða.

26. Aug 2019

Stórur áhugi fyri ferðaleiðaraskeiði í Vestmanna

Áhugin er sera stórur at útbúgva seg sum ferðaleiðara í Føroyum. Mikudagin í farnu viku byrjaðu 25 fólk á einum nýggjum ferðaleiðaraskeiði á Miðnámi í Vestmanna. Skúlin lýsti eftir umsøkjarum undan summarfrítíðini, og 37 umsøkjarar søktu um at byrja á skeiðnum.

26. Aug 2019

Vestmannadagar 2019 - Marknaðardagur

Leygardagin 14. september kl. 13.00 – 16.00verður skipað fyri Marknaðardegi í Ítróttarhøllini. Tað, sum tú ikki longur hevur brúk fyri, kann vera júst tað, onkur annar leitar eftir.

23. Aug 2019

Vestmannadagar 2019 - fiskikapping

Hósdagin 12. september kl. 17.00 - 19.00 verður fiskikapping fyri børn. Kappingin fer fram á keiini niðan fyri fiskavirkið. Vinnarin er tann, sum fær størstu nøgdina í kiloum. Vinningar, sum eru gávukort til Disvoy, verða latnir til

22. Aug 2019

Vestmannadagar 2019 - Vel Ársins borgara

Á Vestmannadaøgunum 2019 fer Vestmanna Bygdarráð fyri fimtu ferð at heiðra einum borgara, sum á einhvønn hátt hevur gjørt okkurt munagott bygdini at frama. Hetta kann vera við einstakari serligari hending ella við at hava arbeitt fyri einari søk til

21. Aug 2019

Kunngerð um løgtingsvalið 31. august 2019

Atkvøtt verður í Ítróttarhøllini, Hallarvegur 16, frá kl. 10.00 til 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg. BrævatkvøðurVeljarar, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við 30. august 2019.Brævatkvøður

20. Aug 2019

Brúgvin um Fossá

Nýggja brúgvin um Fossá verður stoypt í dag, týsdagin 20. august. Stoypast skulu 256 rúmmetrar, so stoypt verður til langt út á næstu nátt.

19. Aug 2019

Guðstænastur í Vestmanna kirkju sun. 25. aug. 2019

Kl. 11.00 Deknaguðstænasta Kl. 18.00 skipar Uni Næs, dómpróstur, Mariu Summers við Skipá í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi. Beint eftir guðstænastuna verður bjóðað til kalt borð í Missiónshúsinum.

16. Aug 2019

Skúlin byrjar aftur

Mánadagin 19. august 2019 verður farið aftur í skúla. Lærarar skúlans møta kl. 9.00. 2. - 10. flokkur møtir kl. 10.00 til morgunsang. Eftir tað fara øll í floksstovurnar saman við flokslæraranum, har tey fáa skema og eitt hugnaligt prát.

Síða 3 av 204: <<...< 12345 >...>>

Tíðindasavn