RØKTARHEIMIÐ

Fylgið arbeiðinum

LEYS STØRV

-

Nøkur staðarnøvn

Krosstúgva
Er oman fyri bygdina einar 15-20 m uttanfyri Lættigøtu, ein túgva við leiðina úr Saksun og øðrum bygdum norðaneftir til Vestmanna. Av Krosstúgvu sært tú kirkjuna.

 

 

Frá katólskari tíð eru nøvn sum á Krossi, Krossbrekka, Krossnes o.o. Á slíkum støðum stóðu trækrossar við gøtur, og har bóðu vegfarandi fólk bønir. Frá støðunum, sum hesir krossar stóðu, sást til kirkjuna í teirri bygd, sum fólk vóru á veg til.

 

 

Gamla kirkja
Er umleið har húsini hjá Áslu Johannesen, Áslu hjá Martin í Jákupsstovu, standa.

 

 

Kirkjufløttur
Er fløttur, sum var niðan fyri vegin, niðan fyri húsini hjá Hilmari Durhuus, Hilmari í Garðastovu, og uttan fyri gøtuna, sum gekk oman til handilin hjá Joen Joensen Durhuus, Jógvani í Garðastovu.

 

 

Kirkjusandur
Er sandurin, sum var millum Hórará og Gjógvará.

 

 

Kirkjugøta
Nakrar av teim gomlu gøtunum gingu móti kirkjuni, hesar hava verið nevndar kirkjugøtur. Ein var av Rógvu og Deild, ein úr Gørðum og ein av Heygum. Í dag síggja vit bert nøkur brot av hesum kirkjugøtunum, t.d. er av gøtuni av Heygum eitt brot frá posthúsinum og oman framvið kommunuskrivstovuni.

 

 

Biskupsmørk
Er fløttur, sum var uttan fyri Kongsteigar.

 

 

Niðri á Búð/ á Búðini
Er uttan fyri Gjógvará oman móti sjónum og út móti ánni innan fyri núverandi kirkjugarð.

 

 

Postulakirkja
Fjall norðan fyri Vestmanna. Hevur óivað finga navnið Postulakirkja, tí at fjallið er skapað sum ein kirkja við torni. Gamla navnið sigist at vera Apostulakirkja.

 

 

Heljareyga
Er áiin, sum er mark millum Vestmanna sókn og Kvívíkar sókn.

 

 

Nøvn frá heidnari tíð í Føroyum eru m.a. Heljareyga og Heljarhol, ið koma av teirri pátrúnni, at opningar leiddu frá jarðarskorpuni mitt inn í jørðina, til heljar.

 

 

Krossadalur
Á Vágoynni, handan Vestmannasund, liggur Krossafelli og Krossadalur. Úr Krossadali renna Krossadalsáir. Úr Krossadali sæst kirkjan í Vestmanna. Gjøgnum Krossadal ella um Krossadalsáir lá eingin bygdargøta, áðrenn Slættanes var bygd í 1830-unum.