OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.05.2020

LÝSINGAR

-

Virksemið hjá Vestmanna Kommunu skert komandi 14 dagarnar

12.03.2020


Grundað á smittuvandan av corona-virus hevur Vestmanna Kommuna avgjørt at seta ymisk tiltøk í verk til tess at fyribyrgja smittu av corona-virus.

Dagstovnaøkið
Gjáarlon, Látipípan og Frítíðarstovan stongja frá mánadegnum 16. mars og fyribils til og við fríggjadagin 27. mars 2020.

Dagstovnaøkið má tó hava opið í neyðugum vavi fyri børn, har eingin onnur ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og ongan møguleika hava fyri ansing annars. Her er talan um m.a. heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgvingina og innan ávísar vinnur.

Hesi foreldur mugu venda sær til Kommunuskrivstovuna á vestmanna@vestmanna.fo við grundgevingum fyri, hví tørvur er á hesum tilboði.
Børnini skulu ikki møta, fyrr enn loyvi er givið.

Eru spurningar annars, kann ringjast til Morið A. O. Gardy, leiðara, tlf. 770 134 ella til Vestmanna Kommunu, tlf. 770 109.

Vestmanna Skúli
Vestmanna Skúli er stongdur frá mánadegnum 16. mars og fyribils til og við
fríggjadagin 27. mars 2020.

Skúlin má tó hava opið í neyðugum vavi fyri børn, sum ganga í 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og ongan møguleika hava fyri ansing annars. Her er talan um m.a. heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgvingina og innan ávísar vinnur.

Hesi foreldur mugu venda sær til Marin S. Bláberg, skúlastjóra, tlf. 230 100 og til Kommunuskrivstovun á vestmanna@vestmanna.fo við grundgevingum fyri, hví tørvur er á hesum tilboði. Skúlans skylda í hesum sambandi er frá á morgni sum vant og til middags, tá ið frítíðarstovan tekur yvir.
Børnini skulu ikki møta, fyrr enn loyvi er givið.

Eru spurningar annars, kann ringjast til Marin S. Bláberg, skúlastjóra, tlf. 230 100
ella til Vestmanna Kommunu, tlf. 770 109.

Aðrir kommunalir stovnar og tænastur, sum verða stongdir frá í dag av og fyribils 
14 dagar fram (til og við sunnudagin 29. mars 2020):

 
 Ungdómshúsið Staðið
 Vestmanna Kvøldskúli
 Vestmanna Bókasavn
 Musikkskúlin
 Barnatannrøktin
 Ítróttarhøllin/fimleikahøllin/svimjihylurin
 Dagtilhaldið
 Undirhúsið
 Kommunuskrivstovan
Til ber at ringja tlf. 770 100 ella at skriva til vestmanna@vestmanna.fo
 Havnarskrivstovan
Til ber at ringja tlf. 770 120 ella at skriva til vh@vestmanna.fo

Skilagátt
Skilagátt er opið sum vant. Heitt verður tó á fólk um at gera skjótt av, tá ið tey eru við burturkasti.



Vestmanna Kommuna