BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 24.09.2019

Vestmannadagar 2019 - skrá mik. 11. sept.

11.09.2019

 

 

Kl. 15.30 - 17.00 Opið hús                                                – Heimið á Grønanesi
Øll eru hjartaliga vælkomin at síggja Heimið á Grønanesi, og at heilsa upp á búfólk og starvsfólk. Niels Olsen og Ólavur Højgaard spæla. 

Kl. 17.00 – 18.30 Demensvinarligt samfelag                   – Heimið á Grønanesi
Framløga av verkætlanini ”Vágar, eitt demensvinarligt samfelag”, sum kommunurnar í Vágum saman við demenstoyminum hava arbeitt við seinastu 2 árini.

Greitt verður frá, hvussu man í praksis kann fara ígongd við at fylgja tilmælum, sum tey eru komin fram til í verkætlanartíðini. 

Kl. 17.00 – 19.00 Leirdúgvuskjóting                                                 – úti á Berg
Vestmanna Byrsufelag skipar fyri leirdúgvuskjóting, har ið óroynd eru vælkomin at royna seg. Kostnaður fyri 10 skot er einans kr. 20. Eisini er høvi at tekna seg sum lim í felagnum.

Leygardagin verður kapping og grill. Sí meira undir leygardegnum: Kl. 12.00 Skjótikapping – úti á Berg. 

Kl. 18.00 – 20.00 Listaframsýning                                                 – á Bryggjuni
Gyðja H. Didriksen, Martin Joensen, Laila Nikolajsen, Heidi Petersen, Ann-Mari Egholm, Ann-Mari Borgarsdóttir Mouritsen, Herit MAgnussenog Herit Joensen sýna fram egin listaverk.
Flestu listaverkini eru til sølu.

Kl. 19.00 – 23.00 Kaffistova og heimavirkað vøra    – í íbúðini í Johnsa handli
Í íbúðini er hugnalig kaffistova, har høvi er at keypa sær te, kaffi og heimabakaða køku.

Í Krambúðini er nógv dygdargóð heimavirkað vøra til sølu. 

Kl. 20.00 Spurnarkapping                                                              – á Bryggjuni
36 spurningar helvt um helvt lokalir og ikki lokalir eru klárir. So hevur tú hug at royna teg í spurnarkapping, verður høvi til tess á Bryggjuni, sum verður karmur um spurnarkapping, har lið á 4 fólk kappast móti hvørjum øðrum.
Til ber at gera eitt lið frammanundan, ella at møta upp og gera lið á staðnum.
Vagnur og Bergur skipa fyri og hava gjørt spurningarnar.
Vinnandi liðið vinnur tann væl umtókta jólatúrin við Norrønu fyri 4 persónar. 

Kl. 21.00 Tónleikacafé við Rana Nolsøe                                   – í Vektarbúðini
Hugnalig tónleikacafé verður í Vektarbúðini, har Rani Nolsøe framførir.
Í íbúðini er høvi at keypa sær okkurt gott til góman. Eisini er Krambúðin opin.