BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 24.09.2019

Vestmannadagar 2019: Lat-og-fá

05.09.2019






Fríggjadagin 13. september kl. 13.00 – 18.00 verður skipað fyri Lat-og-fá marknaði í Vektarbúðini. Á marknaðinum eru øll vælkomin at koma og fáa sær klæðir til børn og vaksin, leikur og barnaútgerð púra ókeypis.

Lat-og-fá marknaður hevur verið á undanfarnu Vestmannadøgunum. Undirtøkan hevur verið góð, og tí verður skipað fyri tiltakinum aftur í ár. Hesuferð er tað Norðstreymoyar Heimavirkisfelag, ið skipar fyri.
Endamálið við tiltakinum er at økja um endurnýtsluna av klæðum og leikum.
Hvør kennir ikki tað, tá ið man fer at rudda út í skápum og skuffum, at man hevur so nógv, man ikki hevur brúk fyri, men sum er alt ov gott at tveita vekk. Nú fáa allir vestmenningar møguleika at lata tað inn, tey ikki brúka meira, og fáa sær tað, tey mangla.

Hósdagin 12. september millum kl. 17-18 kunnu fólk koma í Krambúðina og lata inn rein og heil klæðir til allar aldrar, barnaleikur og barnaútgerð. Einasta treyt er, at klæðini/lutirnir eru rein og heil.

Heitt verður á fólk um at skilja klæðini í hesar bólkar: gentur undir skúlaaldur, gentur í skúlaaldri, kvinnur, dreingir undir skúlaaldur, dreingir í skúlaaldri, menn.

Tað, sum eftir er, tá ið tiltakið endar, er ætlan um at nýta til endurnýtsluseyming.

Spurningar kunnu setast til Barbaru Brattaberg, tlf. 224702 og Majgunn Erlandsdóttir Nolsø, tlf. 223254.