BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 24.09.2019

Størv í heimatænastuni í Veks

28.06.2019

 Størv í Heimatænastuni í VEKS

Hesi størv eru leys at søkja:

 

·        Heilsurøktari, brøk 0,8 til Dagdvøljuna í Vestmanna

·        Heilsurøktari, brøk 0,8 til Heimið á Grønanesi og útiøkið Vestmanna/Kvívík

·        Hjálparfólk, brøk 0,8 til Dagdvøljuna í Vestmanna

·        Sjúkrarøktarfrøðingur, brøk 0,8 til Heimið á Grønanesi og útiøkið Vestmanna/Kvívík

·        Reingerðarfólk, brøk 0,5 til Heimið á Grønanesi í Vestmanna

·        Heilsurøktari, brøk 0,7 til Korndalsbýlið og útiøkið Eystur

·        Heilsurøktari (farloyvisstarv), brøk 0,7 til Korndalsbýlið og útiøkið Eystur

·        Heilsuhjálpari, brøk 0,7 til Korndalsbýlið og útiøkið Eystur

 Byrjunardagur

01.08.2019 ella eftir nærri avtalu.

 Førleikar

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

·          Viðkomandi útbúgving og góðkenning

·        Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.

·        Telduførleika á brúkarastøði.

·        Koyrikort til persónbil.

 

Vit kunnu bjóða

 ·        Fjølbroytt størv

·        Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi

·        Skipaða innleiðslu

 Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

 Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

 Umsókir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.foella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

 Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 17. juli 2019.