OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 29.10.2019

LÝSINGAR

Mentanar- og ungdómsleiðari
Umsóknarfreist 25.11.2019 kl. 12.00

Umsjónarfólk til Vestmanna Havn
Umsóknarfreist 25.11.2019 kl. 12.00

Skúlabørn – ver varin!

16.08.2019

 

Kommunurnar og Ráðið fyri Ferðslutrygd minna bilførarar á at vísa serligt ansni, nú børnini fara í skúla aftur

19. august byrja skúlarnir aftur. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 700 børn, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.

- Vit skulu altíð geva bleytu ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin, sigur Lovisa Petersen Glerfoss frá Ferðslutrygd.

13 kommunur heingja plakatir upp
Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um átakið. Við skúlar verða skelti hongd upp, við áheitan um at vísa ansni.

13 kommunur eru við í átakinum hesa ferð. Hesar eru: Kvívíkar -, Fuglafjarðar -, Tórshavnar -, Klaksvíkar -, Runavíkar -, Eiðis -, Sjóvar -, Vestmanna -, Vágs -, Tvøroyrar -, Hvalbiar -, Vága kommuna og Eysturkommuna.

Tilfar til foreldur
Men skelti gera tað ikki einsamøll. Tí leggur Ráðið fyri Ferðslutrygd upp til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnum at venja tey. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum.

- Tá barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí mæla vit til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt, greiðir Lovisa Petersen Glerfoss frá Ferðslutrygd frá.

Allir næmingar í 1. flokki fáa ein súkkluhjálm og faldara við góðum ráðum til trygga atferð í ferðsluni. Eisini eru góð ráð og venjingar at finna áwww.rff.fo. Í heyst fáa tey yngstu eisini endurskinsvest. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlanum.

Tað er tíbetur sjáldan, at børn í føroysku ferðsluni fáa skaða, og hetta er millum annað tí, at foreldur duga væl at ansa eftir teimum, og hesum skulu vit halda fast í, sigur Lovisa Petersen Glerfoss.