OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 29.10.2019

LÝSINGAR

Mentanar- og ungdómsleiðari
Umsóknarfreist 25.11.2019 kl. 12.00

Umsjónarfólk til Vestmanna Havn
Umsóknarfreist 25.11.2019 kl. 12.00

Leysgangandi hundar

03.10.2019

Alt ov nógvir hundar ganga framvegis leysir runt um í bygdini. Nógv hava ampa av hesum, nøkur tí tey ikki eru trygg við hund og nógv, tí hundarnir lata av sær.

Hundar hava ikki loyvi at ganga leysir á kommunalum økjum!

Um leysgangandi hundar ella onnur djór eru til ampa hjá fólki, skal sigast frá á politistøðini á tlf. 35 14 48. Løgreglan setir seg síðani í samband við aktingarmannin, sum tekur djórið upp og setir tað í varðveitslu.

Áðrenn djór verður útflýggjað ánaranum, verður kravt gjald fyri upptøku og vistarhald av djórinum; gjaldið er ásett av Føroya Landfúta. Verður t.d. ein hundur tikin í varðveitslu, kostar tað kr. 425,- at fáa hann aftur, um hetta verður gjørt beinanveg. Fyri hvørt byrjað samdøgur verða lagdar kr. 125,- aftur at rokningini, sum skal gjaldast til løgregluna.

Hevur eigarin ikki loyst djórið móti at rinda kostnaðin, verður djórið avhendað ella avlívað.

Tín hundur – tín lortur
Í mai mánað fór Vestmanna Kommuna undir eitt átak fyri at fáa hundaeigarar at taka upp eftir hundunum. Síðani tá hava hundaeigarar kunna fingið eitt bunti av hundalortaposum á Kommunuskrivstovuni. Nógv hava tikið undir við hesum og tað fegnast vit um.

Men tíanverri eru tað framvegis nógvir hundalortar at síggja. Vit vænta, at hetta serliga stendst av teimum leysgangandi hundunum, men kunnu ikki vita, um tað framvegis eru hundaeigarar, sum lata hundin gera av sær uttan at taka upp eftir teimum – vónandi er tað ikki so.

Hundaeigarar kunnu framvegis fáa eitt bunti av hundalortaposum á Kommunuskrivstovuni. Posarnir fáast eisini til keyps í Á-handlinum og á Magn.