OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 25.02.2020

LÝSINGAR

-


Korona - Kommunalir stovnar stongdir til eftir páskir

26.03.2020

 

Í tráð við tilmælini frá landsmyndugleikunum verða kommunalir stovnar í Vestmanna Kommunu stongdir til eftir páskir, til og við 13. apríl.

Kommunalir stovnar og tænastur, sum verða stongd, eru:

  • Gjáarlon
  • Látipípan
  • Frítíðarstovan
  • Vestmanna Skúli
  • Ungdómshúsið Staðið
  • Vestmanna Kvøldskúli
  • Vestmanna Bókasavn
  • Musikkskúlin
  • Barnatannrøktin
  • Ítróttarhøllin/fimleikahøllin/svimjihylurin
  • Dagtilhaldið
  • Undirhúsið
  • Kommunuskrivstovan
        Til ber at ringja tlf. 770 100 ella at skriva til vestmanna@vestmanna.fo
  • Havnarskrivstovan
        Til ber at ringja tlf. 770 120 ella at skriva til vh@vestmanna.fo

Skilagátt
Skilagátt er opið sum vant. Heitt verður tó á fólk um at gera skjótt av, tá ið tey eru við burturkasti.

Virksemið á dagstovnaøkinum skert
Dagstovnar eru bert opnir fyri børnum, hvørs foreldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur, ið neyðugar eru í samfelagnum, og tí hava tørv á dagstovnavirksemi til teirra børn.

  • Hetta er galdandi fyri børn í vøggustovu og barnagarðsaldri, sum lúka krøvini omanfyri.
  • Børn í frítíðarstovualdri, 1. og 2. flokkur, kunnu koma í skúla fyrrapart og í frítíðarstovu seinnapart, um tey lúka krøvini omanfyri

Í hesum sambandi skulu foreldur, ið hava tørv á dagstovnatilboði, boða frá hjá Vestmanna Kommunu, vestmanna@vestmanna.fo, nær tey hava tørv á ansing og við hvørji orsøk. 

Dagstovnaleiðslan skipar virksemið soleiðis, at tað er undir mest møguligari trygd og til minst møguligan ampa fyri børn og starvsfólk.

Virksemið í Vestmanna Skúla skert

Hildið verður fram við heimaundirvísing, sum verður skipað á vikuætlanini hjá einstøku flokkunum. Sí heimasíðuna vestmannaskuli.fo fyri meira kunning.

Vestmanna Skúli er bert opin í neyðugum vavi fyri børn, sum ganga í 1., 2. ella 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og ongan møguleika hava fyri ansing annars. Hesi foreldur mugu venda sær til Marin S. Bláberg, skúlastjóra, tlf. 230 100 við grundgevingum fyri, hví tørvur er á hesum tilboði. Skúlans skylda í hesum sambandi er frá á morgni sum vant og til middags, tá ið frítíðarstovan tekur yvir. Børnini skulu ikki møta, fyrr enn loyvi er givið.


Vestmanna Kommuna