OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.05.2020

LÝSINGAR

-

Heimatænastan í VEKS - Corona tilbúgving

13.03.2020

 

 

Tilbúgving

Settur er ein tilbúgvingarbólkur at skipa virksemið á teimum 3 heimunum, umframt úti í Heimahjálpini og í Heimasjúkrarøktini.

Vaktarbólkar
Arbeitt verður við at skipa vaktirnar inni á heimunum og úti í Heimahjálpini og Heimasjúkrarøktini soleiðis, at somu starvsfólk í mesta mun arbeiða saman, og passa somu borgarar. Málið er at avmarka smittuvandan ímillum starvsfólkabólkar sínamillum, og búfólk sínamillum so nógv sum tilber.

Avvarðandi
Arbeitt verður við at kanna, í hvønn mun avvarðandi kunnu átaka sær uppgávur, sum í dag verða veittar av heimahjálpini. Hettar fyri at avmarka tal av vitjanum heima hjá einstaka borgaranum, og harvið avmarka smittuvandan.

Vitjanir
Vit seta forboð fyri vitjanum til borgarar á Korndalsbýlinum, Mørkini og á Grønanesi. Serstøður skulu avtalast við ávikavist Helfrid Poulsen, Korndalsbýlið, Jonu Dam, Mørkin og Miu Pedersen, Grønanes.

Fyribyrgjandi venjingar
Fyribyrgjandi venjingarnar á Eiði, Streymnesi, Kvívík og í Vestmanna verða avlýstar fyribils. Nærri fráboðan kemur, tá venjingarnar verða tiknar uppaftur.

Áheitan

Tað verður inniliga heitt á starvsfólk, avvarandi og borgarar annars, um at vera sera umhugsin í samband við tað dagliga atferðar- og ferðamynstrið viðvíkjandi okkara eldru borgarum soleiðis, at vit øll – í tann mun tað liggur í okkara makt – ikki gerast smittukeldur, men kunnu varveita virkisførleikan, og harvið kunnu verða um okkara eldru borgarar, bæði inni á heimunum, og heima hjá tí einstaka borgaranum.

Lat okkum í felag Samskifta, Samstarva og Samskipa, soleiðis at vit standa saman um at halda frástøðu í tann mun tað letur seg gera, fyri at forða fyri útbreiðslu av corona smittuni.


Heimatænastan í VEKS