OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.05.2020

LÝSINGAR

-

Dagtilhaldið stongt fyribils

11.03.2020

Fyri at verja eldri borgarar ímóti Covit19 smittuni er avgjørt at stongja dagtilhaldið fyribils.

Heilsumálaráðið broytti fríggjadagin í farnu viku sínar tilráðingar um, hvussu koronasmittan kann fyribyrgjast. Ráðið mælir til, at tiltøk við 500 luttakarum ella meira verða avlýst. Harafturat bleiv mælt til at hava serligt umhugsni, tá ið talan er um tiltøk, har nógv eldri fólk savnast. 

Hetta velja vit nú at taka til eftirtektar og stongja tí Dagtilhaldið fyribils. Lýst verður aftur, tá ið Dagtilhaldið letur uppaftur.