OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 25.02.2020

LÝSINGAR

-


Móttøka fyri Sarah Mahfoud

05.02.2020

 

 (Mynd: Lars Poulsen / Ekstra Bladet)

  

Sarah Mahfoud, sum gjørdist heimsmeistari í boksing leygarkvøldið, kemur til Føroyar í annaðkvøld.

Í hesum sambandi fer Vestmanna Kommuna at skipa fyri móttøku fyri Sarah. Móttøkan verður í ítróttarhøllini hóskvøldið 6. februar kl. 21.30, beint aftan á hálvfinaludystin millum VÍF og Kyndil.

Vestmenningar eru ikki sørt ernir av, at Sarh er vorðin heimsmeistari, og vilja fegin heilsa upp á hana.

Sarah Mahfoud er dóttir Vígdis Jákupsdóttir og Mohammed Mahfoud, og ommudóttir Mariu Nielsen (Maria hjá Olivari). Sarah búði í Vestmanna, til hon var 4 ár, tá ið familjan fluttu til Danmarkar.

Vit vóna at síggja nógv fólk til hátíðarløtuna.