OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 10.12.2019

LÝSINGAR

Varaleiðari til dagstovnaøkið
Freist 19.12.2019

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
Freist 19.12.2019

Kunngerð um løgtingsvalið 31. august 2019

21.08.2019


Atkvøtt verður í Ítróttarhøllini, Hallarvegur 16, frá kl. 10.00 til 20.00,
ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður
Veljarar, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við 30. august 2019.
Brævatkvøður skulu verða valstýrinum í hendi, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar valdagin.

Heimaval
Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá hesum á Kommunuskrivstovuni, tlf. 770 100, í seinasta lagi fríggjadagin 30. august 2015 kl. 12.00.

Valkort
Valkort til løgtingsvalið verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki fær valkort ella fær valkort við villum í, verður biðin um at venda sær til Kommunuskrivstovuna, tlf. 770 100, sum skjótast.

 

Vestmanna, 21. august 2019

Vestmanna Kommuna