BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 24.09.2019

Kunngerð um fólkatingsvalið 5. juni 2019

27.05.2019


Kunngerð um fólkatingsvalið 5. juni 2019

Atkvøtt verður í Ítróttarhøllini, Hallarvegur 16, frá kl. 9.00 til 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður
Veljarar, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við 31. mai 2019.
Skal brævatkvøðast í tíðarskeiðinum 1. - 3. juni 2019, kunnu veljarar ringja á tlf. 770 102 og gera avtalu.
Brævatkvøður skulu verða valnevndini í hendi, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar valdagin.

Heimaval
Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá hesum á Kommunuskrivstovuni, tlf. 770 102, í seinasta lagi mánadagin 3. juni 2019 kl. 15.00.

Valkort
Valkort til fólkatingsvalið verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki fær valkort ella fær valkort við villum í, verður biðin um at venda sær til Kommunuskrivstovuni, tlf. 770 102, í seinasta lagi fríggjadagin 31. mai 2019 kl. 12.00.

Vestmanna, 27. mai 2019
Vestmanna Kommuna