RØKTARHEIMIÐ

Fylgið arbeiðinum

LEYS STØRV

-

Kirkjustaðurin í Vestmannahavn

Kirkjustaðurin í Vestmannahavn
Ógjørligt er at siga, um teir vestmenn, sum settust niður her, vóru kristnir, tá teir komu. Vóru teir tað ikki áður, vóru teir eins og aðrir føroyingar kristnaðir um ár 1000, og ikki seinri enn tá hava teir bygt sær kirkju niðri á bakkanum innan fyri Hórará.

 

 

Vanligt er í Føroyum, at kirkjan stendur í einum fyrndarbýlingi. Hetta er tí, at kirkjan av fyrstan tíð hevur verið bygd á einum garði, og helst týdningarmesta garðinum í bygdini. Í Vestmanna stendur kirkjan í einingi, og hevur staðið í einingi, alt tað vit vita. Orsøk er tó til at halda, at soleiðis hevur ikki altíð verið.

 

 

Svabo sigur frá, at eystan fyri kirkjuna skulu vera leivdir av bygningum. Hetta skuldi vera leivdir av krambúð, og sagt varð honum, at Vestmanna hevði verið rætti handilsstaðurin áðrenn Tórshavn. Staðið eystan fyri kirkjuna eitur niðri á Búð, og kann ein mistulking av hesum staðarnavni vera orsøk til, at menn hava hildið, at krambúð hevur verið har. Annars erfrásøgn um, at har er funnin øska og eldstaður. Hvussu er og ikki, so hava vit sostatt frásagnir um, at toftir hava verið eystan fyri kirkjuna, og hesar toftir kunnu eins væl hava verið leivdir av avtoftaðum garði sum av nøkrum øðrum. Í dag er lendið bygt. Einki sæst omaná, men hvat goymir seg undir svørðinum og undir húsum og túnum á staðnum, kann eingin í dag vita. Kanska leivdirnar av fyrsta og týdningarmesta garði, sum vestmenn bygdu í Vestmanna.

 

 

Tí at garður hevur verið við kirkjustaðin millum Hórará og Gjógvará má haldast at vera heilt vist, tá vit samanbera viðurskiftini í Vestmanna við viðurskiftini í Føroyum annars og í norrøna økinum sum heild. Hetta hevur verið mætasti garður í bygdini í fyrstu kristnu tíðini, tá menn fóru undir at byggja kirkju. Nú er so heppið, at ikki einans ber til at koma ti hesa niðurstøðu. Vit kunnu eisini við toluligari vissu siga navnið á hesum mæta garði, hóast hann er avtoftaður og farin í gloymskuna, langt áðrenn elsta yvirlitið yvir bústaðirnar, sum varðveitt er, varð skrivað.

 

 

Millum jarðanøvnini í Føroyum er vanligt at finna slík, sum vísa til tann býling, jørðin liggur ella hevur ligið til. Dømi úr Vestmanna eru Rógvubøur, Deildarbøur, Garðabøur og Toftabøur, har fyrri liður í jarðanøvnunum er býlinganavnið í hvørsfalli. Enn eitt jarðarnavn av hesum slag er at finna í Vestmanna: Sjóvarbøur, bøurin omanfyri og kring kirkjuna. Neyvan kann nakar ivi vera um, at hetta jarðarnavn eisini hevur eitt bústaðarnavn sum fyrra lið, býlinga- ella garðsnavnið við Sjógv, ið hevur verið navnið á týdningarmesta garðinum í bygdini, tá kirkjan varð bygd.

 

 

Garðsnavnið við Sjógv kann tykjast lítillátið, og tó eru teir garðar í Føroyum, sum bera hetta navn, flest allir mætir garðar. 21-markagarðurin við Sjógv á Strondum er kirkjustaður, og somuleiðis garðurin við Sjógv í Kollafirði, sum hevur verið 12 merkur til støddar í minsta lagið. Samansett við –tún, ið kann hugsast at vera yngri ískoyti, finna vit navnið á kirkjustaðnum í Sjóvartúni í Oyndarfirði. Bert í Sjóvartúni á Skála og í Sjóvartoftum á Nesi í Suðuroy finna vit henda navnaliðin í bústøðum, sum ikki eru kirkjustaðir.

 

 

Neyvan var Sjóvargarður einasti niðursetugarður í Vestmannahavn í landnámstíð. Til tess meti eg bygdina vera ov stóra. Fleiri vestmenn hava helst sett seg niður og hava bygt einar 2-3 garðar har. Uttan neyvari kanning av bústøðum og jarðarbýti í bygdini saman við heildarmeting av búsetingar- og jarðaviðurskiftum í Føroyum, ber illa til at peika á aðrar ávísar garðar enn Sjóvargarð. Tó fær hann, ið hyggur at einum jarðarkorti yvir Vestmanna varðhugan av, at jarðirnar kring býlingin í Gørðum skilja seg út frá heildini, og at hesin býlingur saktans kann vera ein av fyrstu niðursetugørðunum í bygdini.

 

 

Sjóvargarður varð tíðliga avtoftaður, og jarðir hansara býttar millum aðrar garðar, ið sum frá leið hava verið bygdir. Kirkjan varð tó standandi, har hon einaferð varð bygd á Sjóvargarði, men nú stóð hon í einsemi niðri á bakkanum, felagsogn hjá allari bygdini.