BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Ítróttur

 

 

Í Vestmanna er ríkt ítróttarlív.

VÍF, sum varð stovnað 17. mai 1939, er mest kent fyri avrikini í hondbólti. Men tað er ikki einasta ítróttargrein, ið felagið bjóðar. Kappróður hevur eisini verið partur av felagnum í mong ár, umframt at badmintondeild varð sett á stovn síðst í 1980'unum.
Fá meira at vita um felagið á heimasíðuni vif.fo

Vestmanna Talvfelag varð stovnað 1. apríl 1951 og hevur verið virkið øll hesi árini.
Felagið hevur vunnið 17. meistaraheiti fyri lið, tað seinasta í 2008. Eisini hevur felagið haft fleiri føroyameistarar hjá einstaklingum, serliga væl hevur tað gingið teimum ungu leikarunum.
Felagið venur hvørt mikukvøld í Sýslumanshúsunum. Í 2011 var farið undir at undirvísa børnum í talvi; undirtøkan er góð, og fleiri leggjast alsamt afturat.
Kontaktpersónur fyri Vestmanna Talvfelag er Jón Mikkelsen, tlf. 22 55 16.

Havnar Fimleikafelag hevur síðani 2009 havt eina deild í Vestmanna. Møguleiki at fyri at íðka rútmiskan fimleik og reiðskapsfimleik. Venjingarnar fara fram í fimleikahøllini, og er áhugin fyri hesi 'nýggju' ítróttargreinini stórur.
Kontakpersónur fyri HF í Vestmanna er Rakul Nielsen, tlf. 724 651.

Vestmanna Byrsufelag varð stovnað í 2009.
Felagið heldur til Úti á Berg, har skotið verður í skeet.
Kontaktpersónur er Jógvan Egholm, tlf. 255460.
Fá meira at vita um felagið á heimasíðuni vestmannabyrsufelag.com