OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 29.10.2019

LÝSINGAR

Mentanar- og ungdómsleiðari
Umsóknarfreist 25.11.2019 kl. 12.00

Umsjónarfólk til Vestmanna Havn
Umsóknarfreist 25.11.2019 kl. 12.00

Løgtingsvalið 2019


Løgmaður hevur skrivað út løgtingsval at verða
31. august 2019.

BRÆVATKVØÐUR
Sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu atkvøða við brævi í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin.

Í øðrum førum skal brævatkvøðuseðilin vera útfyltur í fyrsta lagi 1 viku áðrenn valdagin.

Í Vestmanna kann brævatkvøðast á Kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við 30. august 2019.
Brævatkvøður skulu verða valstýrinum í hendi, áðrenn valstaðið letur upp valdagin.

HEIMAVAL
Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá hesum á Kommunuskrivstovuni, tlf. 770 102, í seinasta lagi fríggjadagin 30. august 2019 kl. 12.00.

LESANDI UTTANLANDS
Seinasta freist hjá kommununum at taka avgerð um upptøku á vallista av føroyingum, sum lesa uttanlands, er leygardagin 10. august 2019. Heitt verður á allar føroyingar, sum lesa uttanlands, og sum ætla sær at útinna sín valrætt, um at bera so í bandi at søkja um upptøku á vallista skjótast gjørligt.

Til tey, sum flyta av landinum
Í hesum døgum eru eisini nógv, sum flyta av landinum í lestrarørindum. Um hesi vilja útinna sín valrætt, skulu tey antin ikki flyta fyrr enn eftir sjálvan valdagin tann 31. august 2019 ella flyta áðrenn leygardagin 17. august 2019 og samstundis søkja um at koma á vallista í tí kommunu viðkomandi flytur frá.

Um flutt verður av landinum í tíðarskeiðinum millum 10. og 17. august 2019, hevur viðkomandi ikki valrætt.

VALKORT
Valkort verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum, og skulu takast við á valstaðið.

Veljari, ið ikki fær valkort ella fær valkort við villum í, verður biðin um at venda sær til Kommunuskrivstovuna, tlf. 770 100, sum skjótast.

VALLISTAR
Vallistarnir til løgtingsvalið 31.08.2019 liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 12.08.2019 til og við 20.08.2019.

Kæra um, at onkur ikki er komin á listan, ella at onkur av órøttum er tikin við, skal verða send kommununi í seinasta lagi 30.08.2019.

VALSTAÐIÐ
Valstaðið í Vestmanna er Ítróttarhøllini, Hallarvegur 16.
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.