BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 24.09.2019

Hølir til útleigan

Vestmanna Kommuna hevur fleiri hølir, ið borgarar og felagsskapir kunnu leiga.
Í øllum hølum ber til at fáa atgongd til internet við at ringja til telefonnumrini niðanfyri.

Bryggjan
Bakkavegur 11d
Hølini verða leigað út til privat og almenn tiltøk.
Fyrispurningar skulu setast til Kommunuskrivstovuna, tlf. 770 100.

Sýslumanshúsini
Bakkavegur 20
Vælegnað til smærri fundir/tiltøk. Húsini verða ikki leigað út til veitslur o.líkn.
Fyrispurningar skulu setast til Kommunuskrivstovuna, tlf. 770 100.

Aulan í Vestmanna Skúla
Toftavegur 12
Vælegnað til fundir/tiltøk. Pláss er fyri uml. 100 fólkum, um borð ikki skulu brúkast.
Fyrispurningar skulu setast til umsjónarmenninar, tlf. 770 195.

Miðhøllin í Vestmanna Skúla
Hallarvegur 16
Vælegnað til fundir/tiltøk, umframt til smærri veitslur. Atgongd er til køk.
Pláss er fyri uml. 100 fólkum; til veitslur uml. 50 fólk.
Fyrispurningar skulu setast til umsjónarmenninar, tlf. 770 195.

Fimleikahøllin í Vestmanna Skúla
Toftavegur 12
Fyrispurningar skulu setast til umsjónarmenninar, tlf. 770 195.

Ítróttarhøllin í Vestmanna
Hallarvegur 16
Vælegnað til størri tiltøk, umframt til veitslur. Atgongd er til køk.
Pláss er fyri 800 fólkum; til veitslur uml. 700 fólk.
Steintoy og borðbúnaður kann t.d. leigast frá VÍF.
Fyrispurningar skulu setast til umsjónarmenninar, tlf. 770 195.

Svimjihylurin í Vestmanna Skúla
Toftavegur 12
Fyrispurningar skulu setast til umsjónarmenninar, tlf. 770 195.

Skúlakantinan - kjallarahæddin í Heilsumiðstøðini
Garðatún 12
Vælegnað til størri tiltøk, umframt til veitslur. Atgongd er til køk, sum er væl útgjørdur við borðbúnaði og køksútgerð.
Pláss er fyri 200 fólkum; til veitslur uml. 150 fólk.
Fyrispurningar skulu setast til Kommunuskrivstovuna, tlf. 770 102