OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 11.12.2019

LÝSINGAR

-

Íbúgvaratalið í Vestmanna síðani 1801

26.03.2019

 

 

Vestmanna Kommuna hevur nú lagt gomul íbúgvaratøl í Vestmanna út á heimasíðuna.
Tølini hevur Sverri Egholm savnað saman frá álmanakkum, ársfrágreiðingum og aðrarstaðni. Nýggjastu íbúgvaratølini stava frá Hagtovu Føroya.

Hygg eftir talvuni við at trýsta her.
Tú finnur talvuna á breddanum til vinstru á framsíðuni: Kommunan - Kommunan í tølum - Fólkatalið

Tølini er sera áhugaverd.
M.a. sæst, at í 1949 var íbúgvaratalið 1.051. Hetta var fyrstu ferð, at talið fór upp um 1.000, og tað hevur ongantíð síðani verið undir 1.000.
Í 1801 vóru 126 íbúgvar í Vestmanna og 22 húski. Hetta svarar til, at uml. 6 persónar vóru í hvørjum húski.
Í dag eru uml. 1.250 íbúgvar og eini 460 húski, sum svarar til knappar 3 persónar í hvørjum húski.