BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Hølir til lesandi í ferium

 

Lesandi, sum koma heim til Vestmanna at ferðast í feriunum, kunnu ókeypis brúka hølir í Vestmanna Skúla í samband við lesnaðin.

Tá ið feriur eru, hava lesandi ofta uppgávur fyri ella skulu fyrireika seg til próvtøku, og hava tí tørv á at sita í frið og náðum og arbeiða við hesum.
Vestmanna Kommuna bjóðar tí teimum lesandi at brúka hølir í Vestmanna Skúla í sambandi við lesnaðin.

Tey, sum hava tørv á at brúka hølini í Vestmanna Skúla, kunnu venda sær til umsjónarmannin, sum svarar á tlf. 770 195.