OGNIR TIL SØLU - NÝTT

Ognir í Vestmanna til sølu

LEYS STØRV

Heilsufrøðingur

 

Í Vestmanna eru 2 heilsufrøðingar.
Hølini hjá heilsufrøðinginum eru í Vestmanna Skúla, á Toftavegi 12 (sama inngongd sum til tannlæknan).

Skúlabørn og ung
Elin Ziska er heilsufrøðingur í Vestmanna Skúla.
Tú kanst hitta Elin á tlf. 302576 ella 562354
Hon hevur teldupost: elinz(a)gigni.fo

Børn, sum eru farin í forskúla, og børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri skulu fáa tilboð um fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningar hjá heilsufrøðingi.

Heilsufrøðingurin skal bjóða vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Umframt at gera funktiónskanningar, hevur heilsufrøðingurin eisini persónligar samrøður við barnið, eins og bólka- og floksundirvísing við ymiskum viðkomandi evnum.

Harumframt skal heilsufrøðingurin eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum.

Vegleiðing verður eisini veitt til foreldur og starvsfólk á skúlunum.

Pinkubørn (0 - 18 mðr)
Una Knudsen er heilsufrøðingur hjá pinkubørnum (0 - 18 mðr).
Tú kanst hitta Unu á tlf. 562337
Hon hevur teldupost: unak(a)gigni.fo

So skjótt sum møguligt aftaná at mamman og barnið eru útskrivað, setur heilsufrøðingurin seg í samband við heimið og avtalar eina vitjan. Síðan verður bjóðað familjuni 7-8 vitjanir, fleiri ella færri alt eftir tørvi.
Allir heilsufrøðingarnir hava telefonviðtalu, so møguleiki er at ringja og fáa ráðgeving ella at avtala eyka vitjan.
Heilsufrøðingarnir byrja mammubólkar, tá ið børnini eru 1-3 mánaðir gomul, og royna at skipa tað soleiðis, at allar mammur fáa tilboð um at vera við. Heilsufrøðingurin er við tær fyrstu ferðirnar.

Til ber at fáa kunning um tænastuna frá heilsufrøðinginum á heimasíðuni www.gigni.fo