OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.01.2020

Hagtøl fyri Vestmanna Bygdarráð fyri 2019

20.12.2019

Hagtølini fyri uppmøting á bygdarráðsfundum hjá Vestmanna Bygdarráði í 2019 eru nú tøk. Tú kanst lesa hagtølini viðheftu pdf-fílu niðanfyri.

Í 2019 vóru 12 bygdarráðsfundir. Full uppmøting var til 10 av fundunum.

Tá ið avboð kemur til at møta á bygdarráðsfundi, verða boð givin til tiltakslimin. Í 2019 kom tað fyri 7 ferðir, at bygdarráðslimur ikki fekk møtt á bygdarráðsfundi. Varalimir møttu á fund í 4 av førunum.

Fundirnir hjá Vestmanna Bygdarráði byrja við málunum, sum eru fyri opnari hurð, og síðani verða mál fyri afturlatnari hurð viðgjørd. Fundirnir enda við innanhýsis kunning og kjaki.
Í 2018 vóru 68 mál løgd fyri bygdarráðið, harav 4 mál vóru viðgjørd fyri afturlatnari hurð.
Í miðal vardi hvør bygdarráðsfundur 2½ tíma.

 

Hagtøl fyri 2019.