OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 11.12.2019

LÝSINGAR

-

Flaggdagshaldið 2019

23.04.2019

 

Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina í skúlanum í Frammibø flaggdagin 25. apríl kl. 15.00.

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóri, heldur flaggdagsrøðuna, og Vestmanna Hornorkestur luttekur.

Beint aftan á sjálvt flaggdagshaldið verður eins og undanfarin ár skipað fyri renning. Sí renniteinarnar niðanfyri.
Vestmanna Kommuna bjóðar rennarunum vatn og frukt aftan á renningina.

Vestmanna Kvøldskúli hevur framsýning
Vestmanna Kvøldskúli skipar fyri framsýning av handaligum arbeiði í Auluni í skúlanum á Kongsteigum. Latið verður upp, tá ið rennararnir eru farnir avstað.
Vestmanna Sangkór og Vestmanna Barnakór framføra í Miðhøllini.
Tey, ið hava lutir til framsýningina, verða biðin um at lata teir inn í Auluni mikuvøldið 24. apríl kl. 19.

Hondbóltsbreytin - tiltak í ítróttarhøllini
Tá ið flaggdagshaldið er liðugt, skipar hondbóltsbreytin í Vestmanna skúla fyri tiltøkum í ítróttarhøllini í Vestmanna til frama fyri hondbóltsferð.
Skipað verður fyri tombola og lutaseðlasølu við góðum vinningum, fyri bæði stór og smá.
Kaffi og køka verður til keyps.

Renniteinarnir
Tveir teinar eru at velja ímillum. Á longra teininum, sum er 5,8 km, verður runnið/gingið frá Miðhøllini, inn eftir Ovara Vegi, inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, Bakkavegi, niðan ígjøgnum Gerðisbrekku, út á Stíggj og inn eftir Gerðisvegi og Toftavegi. Málið er við frammanfyri Miðhøllina. 

Styttri teinurin, sum er uml. 3,2 km, er frá skúlanum, inn eftir Ovara Vegi, inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, niðan ígjøgnum Heygabrekku, og niðan til málið. 

Til ber at síggja teinarnar við at trýsta á myndina niðanfyri, so hon gerst størri.