RØKTARHEIMIÐ

Fylgið arbeiðinum

LEYS STØRV

-

Eystmenn í Føroyum

Eystmenn í Føroyum
"Torkil Ønundarson, eystmaður av Rogalandi, bygdi henda stað fyrst". Tá hesi orð vórðu rist á rúnarsteinin í Sandavági, hava føroyingar ikki roknað seg sjálvar millum eystmenn. Teir eru allir vorðnir vestmenn. Men Torkil, sum fyrstur settist niður har, var eystmaður, og tað hava flest allir niðursetumenn í Føroyum eisini verið. Torkil var rygur. Aðrir eystmenn, sum komu til Føroya, vóru hørðar, sum settust í Ørðavík, og sygnir, sum settust á Signabø. Teir mongu niðursetumenninar, sum annars settu búgv í Føroyum, kenna vit ikki, men okkurt er, sum bendir á, at flestu teirra hava verið rygir, eins og Torkil.