OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 11.12.2019

LÝSINGAR

-

Endurskinskapping í Vestmanna Skúla

12.11.2019






 

Vestmanna Skúli hevur í nógv ár varpa ljós á týdningin av at brúka endurskin í tí myrku tíðini, og soleiðis er aftur í ár, nú árliga endurskinskappingin millum næmingar í 1. - 7. flokk er byrjað.
Endamálið við kappingini er sjálvsagt at varpa ljós á, at børnini skulu síggjast í ferðsluni.

Kappingin byrjaði mánadagin 11. november 2019 og heldur áfram til jólafrítíðina. Kappingin er skipað soleiðis, at lærarin, ið hevur flokkin, hvønn morgun kannar, hvør ið hevur endurskin á sær, tá ið møtt verður í skúla. Treytin er, at endurskinið sæst frá øllum síðum.

Tveir vinningar eru pr. flokk:
vinningur: Lutakast verður millum teirra, ið hava havt endurskin 100% av tíðini.
vinningur: Lutakast verður millum teirra, ið hava havt endurskin 90% av tíðini.