OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 10.12.2019

LÝSINGAR

Varaleiðari til dagstovnaøkið
Freist 19.12.2019

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
Freist 19.12.2019

Bjóða lesandi hølir í ferium

26.06.2014

Lesandi, sum koma heim til Vestmanna at ferðast í feriunum, kunnu nú ókeypis brúka hølir í Vestmanna Skúla í samband við lesnaðin.

Tá ið feriur eru, hava lesandi ofta uppgávur fyri ella skulu fyrireika seg til próvtøku, og hava tí tørv á at sita í frið og náðum og arbeiða við hesum.

Nú bjóðar Vestmanna Kommuna teimum lesandi at brúka hølir í Vestmanna Skúla í sambandi við lesnaðin.

Tey, sum hava tørv á at brúka hølini í Vestmanna Skúla, kunnu venda sær til umsjónarmannin, sum svarar á tlf. 770 195.